40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í sera sakligum kjakið í Dagur & Viku seinasta mánakvøld, ið umrøddi gongdina í føroyskum politikki, stóð Sambandsflokkurin aftur fyri skotum.

Onki fingið ígjøgnum, ikki markera seg við nøkrum....... fiskivinnuna eigur Fólkaflokkurin við húð og hár var yvirskriftin.

Eisini vóru partapolitiskar insinueringar, at Fólkaflokkurin nú hevur fingið alt sítt ígjøgnum, og at nú er hann tískil ikki noyddur at taka undir við nøkrum hjá Sambandsflokkinum.

Annað var heldur ikki væntandi av teimum 3 umboðunum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja hava Sambandsflokkin at standa veikan í myndini mótvegis Fólkaflokkinum, og teir megna altíð at fáa kringvarpið aftaná sær. Tó royndi Bjarni Djurholm at geva Sambandsflokkinum okkurt kredit fyri pensjónsbroytingarnar. Um hetta var reelt ella ikki, tað dugið eg ikki at meta um.

Hetta narrativið, ið bleiv sett av teimum 3 umboðunum, uttan nakað kritiskt inntriv frá vertinum, var ikki gott nokk.

Mín persónliga meining er tann, at Sambandsflokkurin hevur fingið nógv ígjøgnum.

Viðvíkjandi fiskivinnupolitikkinum, so meti eg at Sambandsflokkurin tekur undir við stórum pørtum av fiskivinnulógini. Mín persónliga meining er tann, at uttan Sambandsflokkin,

• hevði lítið ella onki antitrust mark verið á kvotum.

• vænti sera lítið av kvotu hevði verið til nýggjar aktørar. Nú er hóast alt nokk av kvotu til 2-3 nýggj reiðarí í uppisjóvarvinnuni.

• vænti útlendingar høvdu framvegis sloppi at átt í fiskivinnuni.

• vænti ongin serskattur hevði verið ásettur á sølu av veiðirættindum.

Uttan hesar 4 týðandi ásetingarnar, sum eg meti Sambandsflokkurin er garantur fyri í nýggju fiskivinnulógini, hevði man akkurát tað sama kunna viska út fólksins ogn í lógini, tí so hevði tað ongan praktiskan týdning havt, og hevði de facto verið talan um eina privatisering av fiskivinnuni.

Hesar týðandi ásetingar hava viðført, at:

• nýggir aktørar nú koma inn í vinnuna.

• føroyingar koma at eiga alla fiskivinnuna í framtíðini.

• mark er fyri hvussu nógv eitt einkult reiðarí kann eiga.

• keyparaskarðin til at keypa veiðirættindi lækkar munandi, tí útlendingar ikki kunnu keypa um stutta tíð, og antitrustmørk eru fyri at verandi aktørar. Sostatt lækkar søluvirði á veiðirættindum munandi.

• um veiðirættindir kortini verða seld, og peningurin útlutaður til eigararnar, fellur 67,5% av vinninginum til landskassan.

Mín fatan er, at tað eru hesar ásetingarnar, ið hava tikið sera stóran part av søluvirðinum úr veiðirættindunum. Sostatt fer tað nú ikki at loysa seg eins væl at selja veiðirættindi, men heldur at virka í vinnuni. Hetta er tað mest umráðandi incitamenti í lógini.

Tískil er tað mín fatan, at tað eru hesar ásetingarnar, sum veruliga hava staðfest, at tilfeingið er fólksins ogn og ikki er privat ogn.

Tað er heldur ongin loyna, at Bústaðir ikki hava havt stóran fjepparaskara millum partar av samgonguni. Í munnligum fyrispurningi frá 19.10.2016, segði formaðurin í Fólkaflokkinum, at hann ikki ynskti Bústaðir skuldi sleppa at upptaka meira lán, sosialir bústaðir eiga at fíggjast yvir fíggjarlógina, og um so var at Bústaðir skuldu hava meira gjaldføri, kundu teir selja burturav av sínari ogn.

Í hesum sambandi er tað ikki løgið, tá arbeiðsbólkur fyrr í ár legði fram frágreiðing um bústaðarpolitikk, at stjórin í Bústøðum gjørdist sera firtin, og fyri opnari mikrofon legði harðliga eftir arbeiðsbólkinum, og kallaði frágreiðingina fyri bestilt arbeiði. Hvør skal siga, nú skuldi Bústaðir avmarkast í sínum virksemi.

Men hvat hendi, hokus pokus filiokus, knappliga koma boð úr landstýrinum, Bústaðir skal hava 400 milliónir at byggja nýggjar bústaðir fyri.

Við hesum hevur Bústaðir fingið gjaldføri at leggja sítt arbeiði til rættis við verandi leisti í fleiri ár framyvir.

Man hetta kanska verða nakað sum Sambandsflokkurin hevur framt, og hví nevnir ongin hetta við einum orði?

Jú, Sambandsflokkurin hevur sanniliga fingið sera nógv gott ígjøgnum. Við sínum fingramerki í nýggju fiskivinnulóggávuni, hevur flokkurin tryggja, at fiskivinnutilfeingið í veruleikanum er ogn Føroya fólks, og ikki bara á pappírinum.

Pensjónistarnar hava fingið eitt lyft og tað loysir seg betri at arbeiða á pensjónsaldri. Heilsuverkið hevur fingið høga raðfesting á fíggjarlógini, umframt at Bústaðir nú kann halda fram við sínum virksemi í nógv ár framyvir.

Henning Joensen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo