40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hóskvøldið 14. januar byrjar eitt nýtt tiltak á Bókasavninum við Løkin í Runavík. Talan er um ein serligan bindiklubba, sum hevur fingið heitið Sambinding.

Sambinding snýr seg um at binda saman, bæði við stokkum og við práti. Altjóða bindiklubbin er ætlaður sum eitt høvi hjá nýliga tilfluttum kvinnum í Eysturoy at hitta aðrar kvinnur í økinum, eitt stað at hittast, læra av hvørjum øðrum og hugna sær saman. Tað er ikki nøkur treyt, at luttakararnir duga at binda fyri at vera við í bindiklubbanum. Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við. Ætlanin er at hittast aðruhvørja viku.

Fyrsta bindiklubbakvøld verður hósdagin 14. januar 2016 kl. 19.30 til 21.30. Møguliga verður ein annar dagur valdur framyvir. Hetta fyrsta kvøldið fer David Im, integratiónssamskipari á útlendingastovuni, eisini at greiða frá um viðurskiftini hjá innflytarum í Føroyum. Og sjálvsagt verður góður drekkamuður á borðinum.

Tiltakið er partur av integratiónsátaki hjá Reyða Krossi Føroya, sum í hesum sambandi samstarvar við kvinnur á Skálafjørðinum og Bókasavnið við Løkin í Runavík.

Til ber at tekna seg til bindiklubban á facebook, har bólkur og tiltak eru stovnaði við heitinum: Sambinding – altjóða bindiklubbi við Løkin. Hetta kann vera snilt fyri at fáa kunning og høvi at samskifta millum kvøldini, men tað er annars ikki neyðugt við tilmelding fyri at luttaka, og tað er heldur ikki neyðugt at møta hvørja ferð. Á tann hátt er hetta ein óbindandi bindiklubbi J  Átakið er heldur ætlað sum ein afturvendandi  opin bindikafé. Tað er ókeypis at luttaka í altjóða bindiklubbanum Sambinding, og fyriskipararnir vóna at undirtøkan verður góð.
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo