40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Týskvøldið 30. apríl verður Sambinding aftur á skránni á Býarbókasavninum í Havn. Sambinding hevur til endamáls at fáa innfødd og tilflutt fólk í Føroyum at hittast, práta og hugna sær saman.

Við tiltakinum ynskir Reyði Krossur at skapa eitt høvi hjá geva føroyingum, innføddum og tilfluttum, høvi at hittast og práta saman og yvirhøvur fáa betri innlit í gerandisdagin og lívið hjá hvørjum øðrum. Á henda hátt vónar Reyði Krossur at betra um integratiónina.  

Eisini ber til at fáa undirvísing í føroyskum fyri nýbyrjarar. Málundirvísingin er frá klokkan 19 til 19.30.

Umframt málskeið er ein framløga á skránni um eitt evni, ið er viðkomandi fyri fólk, sum eru flutt til Føroya.

Komandi týskvøld kunnar Johan Jacobsen frá Útlendingastovuni um statsborgaraskap. Eftir framløguna verður høvi at seta Johan spurningar um evnið.

Te, kaffi og okkurt afturvið er at fáa, og tiltakið er alment og ókeypis. 

Øll eru hjartaliga vælkomin, og vónandi møta nógv fólk til tiltakið. 

Skráin fyri várið 2019 hevur annars verið hendan:

Týskvøldið 29. januar – um pensjónsskipanina

Týskvøldið 26. februar – um arbeiðsloysisskipanina

Týskvøldið 26. mars – um útbúgvingarmøguleikar

Týskvøldið 30. apríl – um statsborgaraskap

Týskvøldið 28. mai – um møguleikar fyri undirvísing í føroyskum fyri tilflytarar

Týskvøldið 18. juni – gongutúrur í Havn við staðkendum ferðaleiðara, sum greiðir frá á enskum.

Meira kunning um tiltøkini er á Facebook, har navnið á bólkinum er Sambinding/Intertwining.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo