Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Nú almenni myndugleikin letur dyrnar upp, og lívið fær frælsið at liva. Nú tað blíðkar fyri hugaðum monnum og kvinnum. Nú dagarnir leingjast, og várið nærkast. Nú gardinurnar eru drignar frá, og ljósið ger tað unniligt.

Sita vit framvegis aftan lastar dyr og óttast fíggindan, ið hevur órógvað og enn ger um seg? Covid-19 byrgdi okkum inni í okkara egna býli. Farsóttin stongdi okkum úti á ein slíkan hátt, at vit fóru inn í okkum sjálv og gjørdist óvirkin og lammað.

Skilagott var tað, at samfelagið tók farsóttina í álvara. Tað er alla æru vert, at vit hava staðið saman um at verja veik, sjúk og gomul. Tað er ábyrgd hins kristna, at vit taka okkum hvør av øðrum. Tað er ábyrgdin hjá øllum, hinum einstaka, kirkjum og samkomum.

Dyrnar til kirkjur og gudshús hava verið stongdar, tí vit vildu tálma smittuna og verja hvør annan. Kirkjulívið hevur goldið ein prís, eyðvitað tað.

Alt samfelagið hevur goldið ein prís, ikki minst tey eldru, tey í einsemi og sálarsjúku. Eisini børnini og tey ungu, ið sosialt hava verið avmarkað í síni frítíð, hava goldið ein høgan prís av trivnaðar konto teirra.

Vit, sum ikki hava goldið ein hægri prís enn at koma á stongdar kirkjudyr. Er tað ein feril av hugmóði í okkara atfinningum og knarri? Hava vit sett okkum sjálv og okkara ynskir sum nr. 1 á listan, tá ið vit raðfesta, velja ella velja frá?

Kann tað hugsast, at tað er ein kærleikans gerð, at vit stongdu kirkjudyrnar vegna stóra smittu og alheims farsótt? Kærleikin hevur mong andlit.

Eru vit, ið elska at koma í kirkju, ikki vælsignað, um tað einasta, ið vit hava goldið inn á eina felags konto til frama fyri samfelagið, eru nakrar avlýstar gudstænastur?

Fíggjarliga hevur Covid-19 ikki órógvað fólkakirkjuna stórvegis. So mikið meira og fleiri ferðir tað er prísurin, ið mentanarlívið, ferðavinnan og matstøð hava goldið.

Hin kristna kirkjan í øllum sínum fjølbroytni eigur í trúnni á Jesus at vísa nærleika og solidaritet mót fólkinum og samfelagnum. Kirkjur og samkomur eru í samfelagnum, og samfelagið skipar okkara felags møguleikar rímiliga javnbjóðis.

Farsóttin ger framvegis um seg, hóast sjúkueyðkennini yvirskipað eru mildari. Hon hevur lært okkum, ið varða av kirkjum og samkomum eitthvørt. Nú er at gagnnýta lærdómin.

Vit fara framvegis inn í halgidómarnar at lovsyngja og tilbiðja okkara Harra og frelsara. Vit fara framhaldandi at savnast á halgum fundi við prædiku, lovsangi og samveru. Tað er alneyðugt og virðismikið fyri hin einstaka og samfelagið.

Fólkakirkjan hevur lært tað av einstaklingum og eldsálum, at vit ikki einans eiga at fara inn í kirkjurnar, hóast tað er alneyðugt at vitja halgidómin.

Takk tit mongu, ið fóru til verka í manngóðum verki t.d. at ganga fólkinum til handa og savna pening inn til hjálparpakkar. Tit vístu okkum vegin. Okkum, ið elska at vera inni í kirkjuni og halda saman hendur í bøn og prædiku.

Á sama hátt sum vit fara inn í kirkjurnar, eiga vit at fara út í samfelagið og gagna teimum, ið hava tørv á hjálp, t.d. praktiska hjálp, mat og klæðir. Talan er ikki um antin ella. Talan er um bæði og, – andaligar og handaligar løtur og tænastur.

Eitt annað, ið farsóttin hevur víst á, er, at vit skulu nýta løturnar, meðan tær eru. Nýta møguleikan, meðan hann er. Í tvey ár hava vit havt avmarkaðar møguleikar at vitja tey eldru. Nú er møguleikin at gera tað gott aftur.

Hondina á hjartað: Hvussu nógvar møguleikar í 2019 og áðrenn tað hava vit ikki havt at støkka inn á gólvið hjá foreldrunum, ommuni og abbanum? Og vit gjørdu tað ikki!

Vit eiga at nýta møguleikarnar, meðan teir eru. Uttan at vera dapur í hugsan er tað ein sannroynd, at tað, ið kemur í drag, onkuntíð ikki kemur í lag.

Nú nærkast møguleikin at liva eitt lív í frælsi. Fyribils er frælsisdagurin ásettur til 28. februar 2022. Nevnda dag er Covid-19 vónandi á so lágum støði, at kríggið móti ósjónliga fíggindanum er liðugt.

Nú er at nýta møguleikan og njóta løturnar við viti og skili og fagna frælsisdegnum:

  • Kirkjan er opin. Vælkomin á gátt uttan stórvegis avmarkingar.

  • Tað er rímiliga trygt at vitja tey gomlu, so fáið vitjanina í lag.

  • Latum okkum geva børnunum og teimum ungu umstøður at liva.

  • Tíðin er búgvin, at vit rudda upp og rudda út inni í høvdinum.

Samstundis er tað hóskandi eyðmjúkliga at takka Guði og monnum. Vit eru væl vard hóast alt. Hugsa vit um lívið, eru vit fleiri, ið mega biðja Guð um fyrigeving, at vit mistu tolið við teimum, ið hóast alt royndu at gera okkum væl.

Guðs er æran, heiðurin og valdið. Amen.

Orðið: “Harri, tú okkum skjól hevur verið ætt eftir ætt.” (Sálmur 90,1).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo