40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Samkoman í Bethel: Um Gud vil skipar samkoman í Bethel fyri samfelagsstevnu í Vági á Hvítusunnu.

Undir heitinum: Tí eg skammist ikki við evangeliið; tað er jú kraft Guds, hvørjum tí til frelsu, sum trýr, ... Róm.1:16

Byrjað verður í Bethel fríggjakvøldið 18. mai kl. 21 við bønarmøti.

Leygarkvøldið og Hvítusunnudag verða møtini í Ítróttarhøllini.

Tað verða bæði uppbyggingar – og evangelisk møtir. Barnamøti verður í VB húsinum Hvítusunnudag kl 16. Millum møtini Hvítusunnudag verður nátturði í Høllini. Sangluttøka: Betesdakórið, Svein í Prestgarið o.o.

Eisini verða ungdómsmøtir í Bethel  leygarkvøldið og sunnukvøldið kl. 22.30

Møtini 2. hvítusunnudag verða í Bethel.

Skráin er hendan:

Fríggjakvøldið kl. 2100
Bønarmøti í Bethel

Leygardagin
kl. 10.00  Uppbyggingarmøti í Bethel
kl. 20.00  Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini

Hvítusunnudag     
kl. 10.00  Breyðbróting í Ítróttarhøllini
kl. 16.00  Uppbyggingarmøti í Ítróttarhøllini
kl. 16.00  Barnamøti í VB-Húsinum

Nátturði

kl. 19.00  Evangeliskt møti í Ítróttarhøllini 

2. Hvítusunnudag   
kl. 15.00  Uppbyggingarmøti í Bethel
kl. 20.00  Evangeliskt møti í Bethel

Ungdómsmøtir verða í Bethel:
Leygarkvøldið og Hvítusunnudag kl. 22.30 

Sangluttøka: Betesdakórið, Svein í Prestgarði o.o.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo