Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið:  Nú samgongan fyllir eitt ár, er høvi at gera upp, hvat samgongan hevur gjørt fyri at betra um karmarnar hjá føroyskum vinnufyritøkum.

Á árliga vinnudegnum segði formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelagi í vælkomstrøðu síni, at vit mugu flyta okkum frá at tosa um tryggar karmar fyri vinnuna til at seta okkum fyri at áhaldandi at betra um karmarnar fyri vinnuna.

Málið eigur at vera greitt: Karmarnir fyri vinnuna í ár skulu gerast betri enn í fjør, og karmarnir komandi ár skulu vera betri enn í ár. Soleiðis økja vit um kappingarførið hjá Føroyum um at fáa fólk og fyritøkur at velja Føroyar sum teirra stað at búgva og at virka. Og soleiðis økja vit um føroyska búskapin og vælferðina.

Nú samgongan fyllir eitt ár, er tað eitt høvi at gera upp, hvussu tað so gongur at betra um karmarnar hjá vinnuni?

Góð vinnupolitisk átøk
Tað er hugaligt, at samgongan fyri fyrstu ferð í nógv ár tekur stig til at lækka lønarskattin hjá serliga lág- og miðalløntum. Hetta gagnar okkum sum samfelag, tí tað betrar munandi um møguleikarnar at kappast við onnur lond um arbeiðsmegina, eins og tað ger tað meira hugaligt hjá fólki at taka eitt eyka tak.

Júst kappingin um starvsfólkini fer bara at harðna komandi árini, tí flestu lond í okkara parti av heiminum mangla longu starvsfólk, og tørvurin fer bara at økjast komandi árini. Tað er tí eisini at fegnast um, at samgongan nú tekur fyrstu týðandi fetini ímóti at gera skattingina javnari, so tað skattliga ikki er líka stórur munur á, um tú arbeiðir í Føroyum ella tú arbeiðir uttanlands.

Hetta ger eisini kappingina millum føroyskar og útlendskar arbeiðsgevarar javnari, hóast tað tíverri  ikki eydnaðist samgonguni at koma heilt á mál at javnseta skattingina í hesum umfarinum.

Minni góð vinnupolitisk átøk 
Samgongan hevur seinasta árið – tíverri - eisini tikið fleiri stig, sum hvørki eru gagnlig fyri vinnuna ella føroyska samfelagið. Tað er fleiri ferðir hent, at vinnan verður áløgd at rinda fyri ymiskar raðfestingar hjá landsstýrinum. Ofta verður hetta gjørt við so stuttum skotbrái, at tað er ógjørligt hjá fyritøkunum at tillaga sítt virksemi og fleiri ferðir uttan, at uppskotini eru send til ummælis frammanundan.

Uttan at fara í smálutir við øllum broytingunum, so ber til at vísa á, at:

- Almenni útreiðsluvøksturin hevur seinnu árni verið alt ov høgur, og hóast samgongan á fíggjarlógini fyri 2024 hevur minkað nakað um útreiðsluvøksturin, er hann framvegis ov stórur til at nærkast einum haldførum búskapi. Rætta vit ikki kós heilt skjótt, so verða tað onnur, sum taka um stýrisvølin fyri okkum, og tað verður ikki hugalig støða, hvørki fyri vinnulív ella føroyska samfelagið.

- Nýggja tøkugjaldið er sett saman á skeivan hátt.

- Broytingarnar í sjúkradagpeningarskipanini leggur størri trýst á serliga tær smærru og miðalstóru fyritøkurnar, og ger tað truplari at hava fólk við nógvum sjúkradøgum í starvi.

- Hækkaðu orkugjøldini tyngja vinnuna.

- Nýggja heimildin hjá kommunum at nýta skattapengar til at byggja almennar bústaðir køvir áhugan hjá privatu vinnuni, og kann tí minka um vøksturin í útboðnum av bústøðum.

Vantandi vinnupolitisk átøk
Samgongan hevur sett sær nógv gylt mál í samgonguskjalinum. Hyggja vit eftir samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyri einum ári síðani, so eru fleiri vinnupolitisk átøk, sum ikki enn eru framd. Tað er m.a. tørvur at seta ferð á hesi øki:

- Fáið meira ferð á grønu umleggingina av elframleiðsluni.

- Vinnið Føroyum betri marknaðaratgongd á teimum mest áhugaverdu marknaðunum.

- Gagnnýtið tær íløgurnar, sum vit seinnu árini hava gjørt í infrakervið og KT til at effektivisera almenna sektorin. Privatar fyritøkur kunnu loysa uppgávur fyri tað almenna, har tað er betri og/ella bíligari.

- Raðfestið útbúgvingarverkið, so góðskan á útbúgvingunum betrast heilt frá fólkaskúla til yrkis- og hægri útbúgvingar.

- Styrkið yrkiútbúgvingarnar og eftirútbúgvingarmøguleikarnar.

- Takið fleiri stig til at økja um tilgongdina av starvsfólkum við teimum førleikunum, sum føroyskar vinnufyritøkur hava tørv á.

- Loysið mest átrokandi viðurskiftini hjá ymisku vinnugreinunum, eitt nú málið um gongd í haga.

Samanumtikið
Sum heild eru nøkur skilagóð átøk framd, men samstundis eru eisini fleiri átøk, sum gera tað torførari at reka vinnu í Føroyum.

Tá ið vit um eitt ár aftur meta um vinnukarmarnar, er úrslitið vónandi, at karmarnir eru væl betri enn teir vóru undanfarna ár. Soleiðis betra vit um kappingarførið, føroyska búskapin og vælferðina í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo