Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

So snaraðu Føroyar um fyrsta áramótið við Akseli, Høgna og Ruth til róðurs.

Samgongan fekk fyri jól undirtøku til bert 15 tingfólk ímóti 18 til andstøðuna.

Fyrsta meiningakanning í január gav henni sama soltna úrslit.

Ei undur, at løgmaður sveimaði víða í síni politiskt nektaðu nýggjársrøðu.

Hon kendist sum at stinga tunguna út gjøgnum vindeygað í slavtoku.

Tað man rykkja í hvørja spong og standa á hvørjum sperli í landstýrinum.

Tí helt Aksel best vera at tiga um politikk, skatt, avgjøld, verkføll og vinnu.

Dennis Holm á fiskinum
Las góðu greinina hjá Osmundi Justinussen um (fyrr?) høvuðsvinnuna.

Tí Dennis drýpur høvur fyri kravi frá ICES at friða grunnin og kvotera fiskin.

Hann skilir ikki endamálið við øllum byrokrati: Hart statsvald á landi og fólki.

Ein byrokratisk náttúrulóg, eisini hjá havstovugeneralum, er øvugt lutfall:

Tess fleiri fiskifrøðingar, jú færri fiskimenn. Tess meiri friðing, jú minni fiskur.

Byrokratiska málið er við lóg at friða og banna. Tá hava teir vunnið.

Byrokratar og politikarar svara ikki fíggjarliga fyri sínum mistøkum.

Tað gera vinnulívsfólk, táið egin mistøk kosta teirra fyritøkum tap.

Eitt nú hava ICES fiskifrøðingar kvoterað, friðað og regulerað Norðsjógvin, til nú 1 mió tons av fiski árliga verða tveitt út og fara fyri skeytið.

Har er drepandi dálking á havsins botni!
Sama, táið danskir fiskifrøðingar kvoteraðu fisk við Føroyar í 90-unum.

‘Ét er søkort at forstå, et andet skib at føre’. Tann vísdóm skilir Dennis neyvan.

Ráðini frá Osmundi til Dennis & Co eru ‘spildte guds ord på Balle-Lars’.

Trongdin at stýra vinnulívi er eitt kolandi kompleks í hvørjum kollektivistknokki.

Dennis kann keypa skip og loyvi úr Bólki 4F bíliga og javna tey til partamenn.

Høgni Hoydal annað dømi
Høgni situr við vinnulívinum (og allari alingini) í síni hulu hond.

Tað, hóast hann hevur null (nada, zero, zilk) royndir við og skil fyri vinnulívi.

Normal fólk uttan vitan um  ávís yrki virða tó tey royndu og sakkønu.

Men sosialistar síggja vinnulív, sum børn síggja telduspøl: Eg veit, eg skal!

Farnu øld oyddu mong lond við planbúskapi milliardir (og 120 mió mannalív).

Vald á vinnuligari virðisskapan er eyðsýndur rættur hjá utopiskum politikarum.

Í samgonguni 2015-19 royndi Høgni at evna fiskivinnuna í síni mynd.

Tað gekk av skriðuni og endaði í protestvalinum 2019, táið Tjóðveldi fall.

Nú yvirtók Dennis miseydnaða leiklutin hjá Høgna við hægri veiðigjøldum.

Høgnasa telduspæl er um alivinnuna, 2/3 av útflutningsvirðinum, 7 mia kr.

Búskapurin er sjálvsagdi og søguliga frumburðarrættur teirra vinstrahallu.

‘Rættvísan’ lut í framleiðslutólunum
“Fleiri hava bíðað nóg leingi at fáa sín rættvísa lut í framleiðslutólinum.”

Tað var eitt rakstrarróp hjá Arabo (J. og landstm.) 1. mai í 1986.

Í dag hevði slík umfordeiling itið: Javnbjóðis rættur til ‘ogn Føroya fólks’.

Javn/Tjóðv bygdu skip 1985-88 til síni útvaldu fyri 5 mia í landsskuld.

Íleggjarar mistu 100-tals mió, táið samgongan steðgaði 20 farmaskipum.

Javn/Tjóðv útlutaðu 80 smá alibrúk, hvørs eigarar mistu 100-tals mió kr.

Almenn eksperiment, ið førdu til landshúsagang og 90-ára kreppuna.

Hevði Høgni virt tey, ið føða og klæða okkum, so var hann borgarligur.

Men hansara sosialistiska DNA er - sum DNA-ið hjá øllum - í holdið bornið.

Høgni situr á ‘gullgásini’ og kroystir 300 mió kr meiri úr henni í tøkugjaldi.

Vertin á, um partabrøvini hjá MOWI, Hiddenfjord og Bakkafrost missa 500, 1.000 ella 2.000 mió kr í virði, ella um teirra íløgur mugu lækka 500 ella 1.000 mió kr árliga.

Hvat so, um alivinnan skapar 1000-tals arbeiðspláss og mia kr til føroyingar?

Hví ikki ‘tjóvartaka’ 10.000 tons av laksi til at geva útvaldum politiskt treingjandi ‘nýggjum aktørum’?

Bárður Enni, fyrr alihartari, nú djóravinur
Bárður Enni eftirlýsti herfyri vegna Starvstovuna eina 67 mió bót frá BF.

Dómsvaldið, ið plagar at døma tey seku, hevði vist ikki álagt BF hesa bót.

Nú verjir Báður ‘fiskavælferð’, sum um fiskur er kelidýr!

Ta ábyrgd røkja okkara alarar eftir besta førimuni til egið og okkara gagn.

BF ber tapið av nøkrum mistum laksum av 80.000 tonsum, ið vit liva av.

Spell hjá BF, men lítil orsøk hjá Enni og D&V at fella krokudillutár um.

BF leyk treytir fyri aliloyvi, at allur laksur í Suðuroy verður virkaður har.

Nú vil Bárður gera Suðuroy til summarbit hjá laksi! Hvør melur á kúluni her?

140 fólk uppsøgd til landsins besta
140 fólk hava mist arbeiðið higartil i alingini fyri 300 mió kr til landsins besta.

Landstýrið átti heldur at serskatta vinnuna varliga av eyka stórum avlopi.

Høgni átti sum hárskerin at klipt ‘kundum’ eftir ynski og ikki kvett oyruni av.

Hví kroysta fuglin, sum verpur gulleggini og føðir Føroyar?

Hví ikki heldur hjúkla um hann, so hann verpur fleiri egg í longri tíð?

Men utopisturin veit altíð best. Annars var hann ikki (tjóðveldis)sosialistur.

Kanska ‘tjóvartaka’ Høgni og Dennis aliloyvi til síni politiskt treingjandi.

Livst, so spyrst um orsøkir til hesar og komandi veljarakanningar.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo