40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini eru starvsfólk á Gjaldstovuni saman við hollendsku grannskoðarunum hjá BSI

Á myndini eru starvsfólk á Gjaldstovuni saman við hollendsku grannskoðarunum hjá BSI

Í farnu viku vóru KT grannskoðarar frá BSI Group í Føroyum og skoðaðu Samleikan.

Hetta er aðru ferð, at Samleikin verður skoðaður fyri at tryggja, at Talgildu Føroyar lúka altjóða krøv um talgildar samleikar.

Aftur hesu ferð stóð Samleikin seg og varðveitir sostatt góðkenningina, sum m.a. hevur við sær, at Samleikin kann brúkast uttanlands í framtíðini, og at føroyska koronupassið hevur fingið ES góðkenning.
 
Skoðanin var av bæði teknisku loysnini og øllum fyrisitingarligu kørmunum rundan um Samleikan.

Tað merkir í stuttum, at skipanirnar, organisatiónin, mannagongdir og trygd vórðu farin ígjøgnum av grannskoðarunum fyri at tryggja, at alt lýkur høgu krøvini um talgildar samleikar.
 
Úrslitið hevur stóran týdning fyri Gjaldstovuna og Samleikan. At fáa staðfest av uttanhýsis parti, at Samleikin verður rikin á altjóða støði er við at skapa álit á Samleikan hjá bæði brúkarum, tænastuveitarum og øðrum áhugapørtum.

26.000 fólk hava fingið sær Samleikan, og tey hava longu ritað inn hálva millión ferðir á tær 9 ymisku talgildu tænasturnar, sum Samleikin gevur atgongd til.

Á myndini eru starvsfólk á Gjaldstovuni saman við hollendsku grannskoðarunum hjá BSI

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo