40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur hjá Bjarna Kárason Petersen um lóg um foreldramyndugleika og ættleiðingarlógina, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í løgtingslóg um foreldramyndugleika, soleiðis at eitt barn hevur tvey foreldur við føðing?

2. Ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri Løgtingið uppskot um broyting í ættleiðingarlógini, soleiðis at tað verður lættari hjá eini sammóður at ættleiða barn, sum makin hevur borið?

Svar
Til spurning 1
Í samgonguskjalinum er ásett, at børn skulu fáa rætt til bæði mammu og pápa, og at rættindi og skyldur verða staðfestar.

Vit skulu kanna, hvussu vit á besta hátt tryggja hesi rættindi og at tað, sum ásett verður í einari nýggjari lóg, er tað besta fyri barnið.

Fyrireikingararbeiðið í mun til at broyta lóg um foreldramyndugleika er farið í gongd.

Almannamálaráðið hevur fingið viðmerkingar um fyrimunir og vansar við galdandi lóggávu frá viðkomandi pørtum og myndugleikum.

Í næstum verður farið undir at viðgera hesar viðmerkingar nærri eins og ætlanin er at kanna nærri, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað teirra lóggávu á økinum.

Síðani kunnu vit nýta teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði.

Í hesum sambandi skal viðmerkjast, at tað hava verið nógvar atfinningar at foreldraábyrgdarlógini í Danmark.

Tað er umráðandi, at rættar dagføringar verða gjørdar í lóggávuni - fyrst og fremst til gagns fyri børnini.

Tað kann taka nakað av tíð at endurskoða lógina og gera eitt nýtt lógaruppskot, men hetta er nakað, sum verður raðfest.

Til spurning 2
Á familjurættarliga økinum fari eg fyrst og fremst at raðfesta tað, sum er ásett í samgonguskjalinum, og reglur um sammóðurskap eru ikki ein partur av hesum málinum.

Tórshavn, 23. september 2020
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo