40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag eru slitnaðar, og semingsstovnurin er boðsendur. Semingsstovnurin hevur fingið freist til hósdagin 4. juni at finna eina semju millum partarnar.

Hesum boðar Samtak frá.

Sáttmálin millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag gekk upprunaliga út 1. mei, men samráðingarnar byrjaðu seinni enn vanligt vegna heilsutilmæli frá myndugleikunum. Nær sjálv semingin verður er í løtuni óvist.

Arbeiðarafeløgini - Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag - hava tey seinastu nógvu árini verið til samráðingar í felag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo