Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Heimi á Bakkanum stendur kirkjan sum ein viti. Hon lýtir rundan um seg í stórbærari náttúru. Vakurleikin er stórsligin millum tey høgu fjøllini. Makliga rennur Løksará framvið ella sum streymur í á. Við vatninum í ánni kemur og fer tíðin.

Í tí kenda og avmarkaða lýtir hon út í sjónarringin og tær óendaligu víddirnar av havi, orku og lívi. Hon knýtir bond millum tað menniskjansliga og tað guddómliga. Hon greinar tað handan fjøll og hav, handan lív og deyða. Sigur søguna um Guðs ríki.

Viðareiðis kirkja fekk lívsgøtur várar at møtast. Vit gingu somu gøtu, kirkjugøtuna. Sama mál og endamál hóast frástøðu og bústað í hvør sínum landi.

Vit bæði konan og børnini búðu í Århus á fjórða ári á vári 1984. Las gudfrøði við Lærda Háskúlan. Tað gekk væl at lesa, men fráveran setti ferðina niður, og lesturin dró út hóast ikki farin av tíð.

Vit høvdu tað gott í Århus og fingu til lívsins uppihald. Onkrar likamligar avbjóðingar vóru, men góð fólk á leiðini hjálptu okkum væl. Minnini standa í eini ljósari glæmu. Vit høvdu fingið lívsins stóru gávu, ein son og eina dóttir. Vit vóru og kendu okkum rík og signað.

Eitt kvøldi ringir telefonin. Hetta er Dánial Lydersen av Viðareiði. Røddin var klár, og maðurin var greiður í sínum málburði og ørindum.

“Hvussu gongur við lestrinum, og nær roknar tú við at vera liðugur? Vit hava í løtuni ongan prest Eystan Múla. Vit kenna teg ikki persónliga, kenna teg einans av umtalu. Hevur tú hug kanst tú gerast komandi prestur okkara. Havi tosað við formenninar í kirkjuráðunum í prestagjaldinum.”

Nú skuldi eg svara og taka eina støðu. Minnist væl svarið: “Eg skal mynstra fyrsta dagin. Haldi eg fram at sigla sum nú, verði eg valla nakrantíð liðugur at lesa.”

Dánial bað meg hugsa um møguleikan, tí fólkið Eystan Múla vildi bíða eftir mær, um eg tók við kallinum.

Tað sama kvøldið hildu vit bæði konan ”skipsráð”. Vit umrøddu okkara framtíð. Saman tóku vit ta avgerð at fara inn í ta kirkjuligu tænastuna sum prestur og prestakona. Eg fór til skips mín seinasta túr og settist síðani við bókini.

Sannleikin var tann, at hóast mær dámdi væl til skips, so sigldi eg samstundis frá avgerðini at gerast prestur. Havi ongantíð kent meg verdigan til tænastuna í Harrans halgidómi. Kenslan er hin sama enn, men fokus er eitt annað. Ein óverdigur tænari í tænastu hjá honum, ið verdur er at tilbiðja, æra og tæna, – Jesusi Kristi.

Dánial Lydersen var um tað mundið deknur og kirkjuráðsformaður á Viðareiði. Vit kendu ikki nógvar viðingar, so vit vóru spent at møta formanninum og konuni á heysti 1985. Vinalagið vaks og mentist til nógvar fjálgar løtur. Vit bæði konan eru Dániali og Fíu takksom fyri vinalagið í nærveru og frástøðu.

Kallið í Ónagerði varð okkara. Vit skuldu læra økið og fólkið at kenna. Hetta sama kvøldið, ið vit vitjaðu á Grømma, stigu vit á fyrsta sinni inn um gáttina í Ónagerði. Seks avbera góð ár á Viðareiði, og vit runnu saman við fólkinum. Einans góðvild og jaligar upplivingar. Ein ríkur førningur fyri lívið alt og heilt inn í ævinleikan.

Í dag – 14. mai 2022 – sang urgan í Viðareiðis kirkju sorgarlag. Klokkan í torninum lýsti samkenslu við teimum avvarðandi. Lúkan í torninum stóð opin vestur í hav og bar boð um sólsetur. Lúkan í torninum var opin eystureftir, har uppreisnin saman við morgunsólini rísur úr havi. Tað endaliga er óendaligt í trúnni á Jesus.

Dánial var kirkjuni ein hollur tænari. Nærlagdur, trúfastur og umhyggin gekk hann kirkjuni til handa. Alt var væl umhugsað og gjøgnumført, svá umstøðurnar loyvdu. Tænastan var Guði til heiðurs og æru og menniskjum til signingar.

Dánial var ein framsíggin og dugnaligur vinnulívsmaður. Hann var uppi á døgum, tá ið ódnarveðrið herjaði í altjóða fíggjarheiminum í áttati- og nítiárunum í undanfarnu øld. Vinnuliga lá skútan tung í sjónum, og brotini skolaðu so mangt omanav.

Dánial byrjaði nakað, ið onnur fingu ágóðan av. Ongantíð hoyrdi eg eitt øvugt orð av hansara munni um onnur vinnulívsfólk. Hann ynskti øllum tað besta, tí hugsjónin og verkið taldi meira enn tað, hvør framdi verkið og fekk ágóðan.

Dánial var ein vitandi, vællisin og søgufróður mentamaður. Kærleikin til bygdina og fólkið fylgdi honum alt lívið. Stóra og holla bókaverkið “Viðareiði – slóðirnar og minnið” er eitt talandi dømi.

Sum trúgvandi maður visti Dánial, at alt er av Guðs stóru náði. Hann viðgekk sínar avmarkingar. Tað er tað størsta eftirmælið, ið vit kunnu lata eftir okkum og geva hvør øðrum: At vit kenna okkara styrki og okkara veikleikar.

Dánial, vinur mín frægi! Sov væl við einglavernd undir grønum flagi. Tað er mín trúgv og sannføring, at vit vegna Jesus síggjast í Guðs ríki. Amen.

Orðið: “Ver tú trúgvur líka til deyða, og eg skal geva tær lívsins krúnu!” (Opinberingin 2,10).

Jógvan Fríðriksson,
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo