Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit búðu niðri í Kjøpinhavn árini 1963-68, og tá hevði eg brævaskifti við Petur Háberg um tíðindi, tekst og annað.

Eitt bræv, dagfest 10. juni 1964, var longri enn vanligt og fult av stuttligum søgum og skemti; men Peturi so líkt – livandi, kensluborin og orðkringur, sum hann var - so skifti hann tíðum innihaldsligan dur og kom knappliga inn á nakað heilt annað, sum tá hugtók hann við.

Mai var annars yndismánaður hjá Peturi. 

Her eitt stutt brot úr brævinum:

“Tann 28. mai var føðingardagur hjá góða vini mínum á dreingja- og ungdómsárum. Í ár hevði hann fylt 50 ár. Og henda dagin setti eg mær fyri at skriva eitt kort til eitt blómubundi. Men blekkið tók til at renna úr fyllipenninum – tóat eg hevði lítla tíð – og av úrslitinum sendi eg tær eitt fotokopi.”

“Tjarnirnar ovast í Havnardali var góða útferðarstað okkara og á Kráarheyggi plagdu vit at reiða torv og at ríða á rossunum, og í Sandagerðshyli og Sandagerðsvík svumu vit, serstakliga summarið 1926, sum var eitt summar so langt og gott, sum eg ikki veit um at siga síðani.

Okkara ævintýrheimur, okkara sorgleysa tilvera...”

28. MAI

Úr tjarnunum, undir Kráarheyggi,
oman gjøgnum Havnardal
rennur áin.
Steðgar í hyljum, fellur í fossum so smáum,
tutlandi gamlar loynidómar.
Djúpir hyljar við stórum steinum,
ið vernda um dreingir, ið spæla,
svimja, gleðast í tíðloysi
undir reyni, ið røkkur so víða, so høgt,
setur toppin í forvitni
upp millum skýggja.
Men her rennur áin,
her spæla dreingir,
her ljóðar látur,
til dimmið teir heimeftir fær.
Meðan skerini dúra í Sandagerðskvirru,
meðan heilsa og barndómur
merkjast í kinnanna bruna,
hetta fjarlagda várkvøld í mai.

- - - - - - - - -

Dagarnir ganga, og árini fara.
Vit eru bundin í tíma og tíð;
men í tilveru tíni er tímin ei kendur,
har er tíðleyst, har er ævigt hjá tær.
Men vit máta dagar,
og vit telja ár,
og við leiði títt minnast vit dagin í dag.
Vit leggja eitt bundi av blómum og minnast
so mangt.
Og hetta vit vita: Sum blómurnar følna,
so følna vit við,
og einaferð verður vár tilvera tíðleys,
har tú ert – har øll eiga frið.

Vinmaður

Hjørdis og Petur búðu í mong ár í Magnus Heinarsonar gøtu, seinni bygdu tey húsini í Krosslíð; men tey seinastu árini bygdu tey hús og búðu úti í Sandagerði.

At Havnardalur og Sandagerðsá hava havt ein serstakan áhuga fyri fólk í Suðurstreymoy, og sum tey hava kent serstaka ogn í -  kann ikki vera nakar ivi um.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo