Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sandavágs Timburhandil: 1. januar yvirtók Sandavágs Timburhandil virksemið hjá Uno og Skousen í Havn, og sostatt verða køkar og hvítvørur eisini við í vaksandi úrvalinum hjá Sandavágs Timburhandli.

Yvirtøkan er eisini enn ein liður í at betra um marknaðarstøðuna hjá Sandavágs Timburhandli í høvuðsstaðarøkinum, har Sandavágs Timburhandil lat upp væl móttikna handverkarabúð í summar. Handverkarabúðin húsast fyribils enn á Heygsvegnum ímeðan hølini í Smiðjugerði verða fyrireika. Væntandi verður flutt niðan í Smiðjugerði um 6-8 vikur. 

Eftir ætlan verður køksdeildin partur av Sandavágs Timburhandli, meðan Skousen framhaldandi kemur at virka undir egnum navni og við egnari tænastudeild, sum eisini heldur til í Smiðjugerði.

Uno byrjaði sum súkkluhandil og síðan køkshandil, áðrenn Skousen legðist afturat í 2019. Skousen er annars væl kent í Føroyum og hevði í fleiri ár væl rikna deild á Staravegnum á Hálsi í Havn.

Sandavágs Timburhandil varð stovnaður í 1974 og fyllir sostatt fimti í ár. Frá at vera ein meira staðbundin timburhandil nógv tey fyrstu árini, er Sandavágs Timburhandil í dag veitari til byggivinnuna og einstaklingar um alt landið, og til alt frá smærri umvælingum og til størstu verkætlanirnar – við ókeypis útkoyring har landfast er.

Í sambandi við umleggingina eru køksdeildin og Skousen í Smiðjugerði afturlatin hesa vikuna, men latið verður uppaftur 8. januar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo