40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í gjár bleiv kappast um FM heitið í Einkultstarti. Meðan Velbastaður var karmur um Býarsúkklingina, so var Hvalvík og Saksun karmur um Einkultstartin.

Ein avbera góður teinur at kappast á, og samstundis avbera vakur teinur at koyra. 

Aftur sera góð uppmøting og aftur ein flottur og tryggur sigur til Dáva Magnussen, sum við einari meðalferð beint undir 40 km/t, aftur í gjár vann FM gull. Hesa ferð í Einkultstarti.

Vit hava her á síðuni skrivað tað áður, og tað er ílagi, tí sigurin hjá Dáva verður enn flottari tá hugsað verður um, at Dávur sum tann einasti av tíggju teimum fremstu súkklarunum, ikki koyrur við TRI-boyla. Ein TRI-boyli ger, at súkklarin tekur nógv minni vind á seg, og sostatt verður ferðin væl hægri.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo