40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Danski/føroyski heimsmeistarin í professionellum nevaleiki, skal 7. januar verja IBF titulin á stevnu í Brøndby høllini. 28 ára gamla týska Nina Meinke hevur bjóðað av.

- Tað verður ikki nakar lættur dystur, tí Nina Meinke er europameistari, og hevur ongan dyst tapt í fýra ár. Hon hevur sigrað 12 av 14 dystum, upplýsir Mogens Palle, sum skipar fyri stevnuni.

Sarah Mahfoud vann í fjør fyrsta danska/føroyska heimsmeistaraheitið hjá IBF, sum er eitt av stóru og viðurkendu boksisambondunum, tá hon uttan himpr smurdi Brendu Karen Carabajal úr Argentina av í 10 umførum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo