40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini niðanfyri síggjast: Eivind Danielsen, verkætlanarleiðari, Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentamálanevndini, Jón Sigurðsson, stjóri í P/F Articon, Heðin Mortsen, borgarstjóri, Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri og Sigurð Ó. Vang, mentamálaleiðari og formaður í bygginevndini

Skúlaverkætlanin við Skúlanum á Fløtum er nú komin so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir jørðarbeiðið. Fyrsti parturin umfatar avgrevstur, sum skal geva betri yvirlit av víðari arbeiði við spronging, grovplanering o.s.fr.

Lægsta tilboðið uppá hendan fyrsta partin av arbeiðnum átti P/F Articon. Kostnaðurin er líka undir 1,3 miljónir. Málið varð einmælt samtykt í býráðnum í farnu viku.

Tórshavnar kommuna og P/F Articon hava nú skrivað undir sáttmála um avgrevsturin.

Tað er Samtakið Eind, ið projekterar skúlar.

Nærri kann lesast um verkætlanina her:
http://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1416

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo