40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Frá vinstru; Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ og Ragnar Magnussen, stjóri í Nomatek

Frá vinstru; Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ og Ragnar Magnussen, stjóri í Nomatek

Frá vinstru; Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ og Ragnar Magnussen, stjóri í Nomatek

Tann 7. mai 2021 undirskrivaðu KJ og Nomatek sáttmála um veiting av vatnreinsiverkið, caustic soda og ensilagu skipan til nýggja framkomnu smoltstøðina hjá Bakkafrost á Norðtoftum.

Tað er byggisamtakið NAC (Nordic Aquaculture Contractors), sum KJ er ein partur av, ið stendur fyri útbyggingini.

KJ er veitari av tøkniliga partinum RAS og tað er undir hesi veitingin, at Nomatek kemur inn sum undirveitari av vatnreinsiverkið, caustic soda og ensilagu skipan.

Við sáttmálanum við Nomatek, kemur enn ein føroyskur veitari at vera við í byggingini av smoltstøðini á Norðtoftum.

- At byggja eina smoltstøð er ein størri verkætlan, og við hesum sáttmála kemur føroyska vinnan at mennast og gerast nógvar royndir ríkari.

- Vit fegnast um, at føroyskir veitarar samstarva um tílíkar verkætlanir og vóna, at samstarvið kann vera við at styrkja enn meira um føroyska kappingarførið innan bygging í alivinnuni, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo