Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hjartaliga tillukku vit teimum sjeyti árunum. Birgar, tú ert fantastiskur. (Mynd Vagnur)

Hjartaliga tillukku vit teimum sjeyti árunum. Birgar, tú ert fantastiskur. (Mynd Vagnur)

Hvannrók: Vit, sum eru fødd og uppvaksin í Havn og onnur við, hava so nógv at takka Birgari Johannessen fyri. Birgar hevur savnað tilfar um Havnina, sum ikki kann virðismetast nokk og ikki kann roknast út í peningi. Tað er bara at hyggja í báðar bøkurnar Havnin – fólk og yrki. Hvussu Birgar hevur borið seg at at útvega so nógvar virðismiklar myndir og savnað tilfar um Havnini, er torført at ímynda okkum. Birgar hevur eginleika sum savnari, ein eginleiki, sum vit onnur fáa gleði av. Stóra hjálp fekk hann frá konuni Elsu, sum ikki er millum okkum longur. Fríggjadagin vitjaði eg Býarsavnið, sum Birgir júst hevur latið upp. Tú ert fantastiskur Birgar, tað skalt tú eiga, skrivar Vagnur Michelsen millum annað.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo