40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er blivið til rokan um Søren Seerup Hansen, dómari, sum er hálvur føroyingur. Hann var nevniliga dómari í revsimálinum móti Messerschmidt.

Dagin eftir at dómurin var sagdur, skrivaði Søren Pind, at Messerschmidt eigur at fara frá sum næstformaður, tí hann er dømdur fongsul í býarrættinum.

Greinin hjá Søren Pind fekk eitt “likes” frá Seerup, og so var eldur í koluni.

Limir í Dansk Folkeparti langaðu út eftir dómaranum og ákærdu hann fyri ikki at vera óheftur.

Nú hevur Messerschmidt funnið eina røð av uppsløgum á internetinum, har Messerschmidt og Dansk Folkeparti sum oftast standa fyri skotum.

Seerup dómari hevur luttikið aktivt í hesum tjaki, og tað er neyvan nakar ivi um, at Seerup ikki heldur nógv um hvørki Messerschmidt ella Dansk Folkeparti.

VP hevur spurt ein advokat, hvør avleiðingin av hesum kann gerast.

Advokaturin sigur, at avleiðingin kann verða, at Seerup dómari fær eina átalu frá klagurættinum. Men ein onnur álvarsom avleiðing kann eisini verða, at øll rættarsakin móti Messerschmidt skal ganga umaftur.

- Tað vera sett sera strong krøv til óheftni hjá dómarum. Teir skulu vera fullkomuliga óheftir í teimum málum teir skula taka støðu til.

- Tær mongu viðmerkingarnar á Facebook og “likes”, sum Seerup er komin við, eru eftir míni metan so umfatandi, at tað er rættiliga sannlíkt, at landsrætturin kemur til ta niðurstøðu, at Seerup ikki hevur havt gegnið at døma í málinum og tí heimvísur málið til nýggja viðgerð í býarrættinum, sigur advokaturin við VP.

Les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo