Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fyri páskir varð seinasta ballan hjá IRF í grótbrotinum úti á Vík í Leirvík brend.

Í 2018 varð Brennistøðin á Hagaleiti umvæld, og í tí sambandi lá hon still í fýra mánaðir. Í hesum tíðarskeiðnum varð alt brenniburturkastið ballað og lagt á goymslu í grótbrotinum úti á Vík.

Tilsamans vórðu 10.230 ballur lagdar á goymslu, og beint fyri páskir varð seinasta ballan koyrd í køstin á Brennistøðini.

Tað hevur tikið longri tíð enn upprunaliga mett at brenna alt burturkastið á goymsluni, og hetta kemst m.a. av góðu gongdini í samfelagnum seinastu árini og metstóru nøgdunum av burturkasti.

Umvælingin av Brennistøðini hevur eydnast avbera væl, og við nýggju Móttøkuhøllini hjá IRF, sum varð tikin í nýtslu í januar, og við samstarvinum millum hesar báðar støðirnar er IRF farið frá at brenna 55 tons um samdøgrið til í miðal 75 tons um samdøgrið .

Tak niður alla ársfrágreiðingina hjá IRF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo