Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Um tú ynskir at bíleggja tær eitt JobPrát við ein ella fleiri av luttakarunum á Jobmatch 2015, so skalt tú skunda tær. Seinasta freist at bíleggja JobPrát er í dag sunnudagin 27. desember á midnátt.

Tað er tó ikki ein treyt at bíleggja JobPrát fyri at luttaka á Jobmatch. Tú hevur sjálvandi eisini møguleika at hitta allar fyritøkurnar, stovnarnar og kommunurnar bara við at vitja á teirra bási í Norðurlandahúsinum týsdagin 29. desember frá klokkan 13.00 - 19.00.

Jobmatch hevur til endamáls at skapa og viðlíkahalda sambandið millum føroyska arbeiðsmarknaðin og lesandi, nýútbúgvin og útisetar sum heild.

Men arbeiðsloysi í Føroyum er sera lágt.  Royndir uttanlanda vísa, at í slíkum tíðum hava starvsfólk hug og dirvi til at kunna seg um nýggjar starvsmøguleikar.  Tí fevnir Jobmatch nú eisini um útbúgvin fólk við royndum, tvs. tey sum sita í starvi nú, men sum hava áhuga í at kunna seg um nýggjar møguleikar. 

Tú kanst lesa um størv, fyritøkur og stovnar á jobmatch.fo

Jobmatch 2015 verður stuðla av Tórshavnar kommunu og Bakkafrost.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo