Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Flogbóltssambandið: Allir leikara eru klárir og høvuðsuppgávan hjá venjaratoyminum, Lars Engel og Kristian Mikkelsen, í morgun er at fyrireika leikararnar mentalt uppá at møta sera sterku og høgu kroatisku leikarunum.

-Vónirnar at vinna dystin eru ikki stórir, sigur Lars Engell, høvuðsvenjari, men vit mugu gera okkara besta og brynja leikararnar til slíkar dystir. Hetta skal so gera føroysku leikararnar klárar at møta lutfalsliga veikari mótstøðu seinni í kappingini og har møguliga vinna dystir.

Lars sipar til, at Føroyar seinni í kappingini leika tveir dystir ímóti Ísrael, har føroyska kvinnuliðið eigur at hava góðar møguleikar fyri einum sigri.

Dysturin ímóti Kroatia er kl. 18.00 í kvøld og sæst á www.eurovolley.tv

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo