Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsverk: Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin. Síðani verður tað Dennis Holm, landstýrismaður í Fiski- og samferðslumálum, sum fær orðið. Aftaná hann fer Símin Hannus Johannesen, varaborgarstjóri í Húsvíkar kommunu, eisini at bera fram eina heilsan.

Tá røðurnar eru hildnar fer Annfin Johannesen at trýsta á knøttin at skjóta seinasta skotið. Anfinn, sum er dalbingur, starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í góð 40 ár í tíðarskeiðinum 1973 - 2013 Ein av hansara uppgávum hesi árini var at halda bratta vegin til Dals opnan fyri kava.

Eftir at skotið er ígjøgnum, bjóðar Landsverk til kaffi og køku í gamla skúlanum í Dali. Øll eru vælkomin.

Fakta um Dalstunnilin:Talan er um ein 2.200 metrar langan og 8 metrar breiðan tunnil. Umframt hetta skulu eisini gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi Dalsmegin. Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo