Tá ið búrhundar fara at flagga og prædika, flennir fanin í kíki
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

ALlir dystirnir í 27. umfari Betri Deildini hjá monnum verða bríkslaðir í gongd leygardagin 7. november klokkan 14:00 - Mynd: FSF.fo

ALlir dystirnir í 27. umfari Betri Deildini hjá monnum verða bríkslaðir í gongd leygardagin 7. november klokkan 14:00 - Mynd: FSF.fo

ALlir dystirnir í 27. umfari Betri Deildini hjá monnum verða bríkslaðir í gongd leygardagin 7. november klokkan 14:00 - Mynd: FSF.fo

FSF: Leygardagin 7. november er ársins seinasta umfar í fremstu deildini hjá monnum á skránni, og tað er nógv, ið bendir á, at FM-vinnarin verður funnin í Klaksvík.

Vanliga verða allir dystirnir í síðstu umførunum spældir samstundis, og hevur kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya avgjørt, at allir dystirnir í 27. umfari skulu setast í gongd klokkan 14:00.

Kappingarnevndin hevur eisini tikið avgerð um, at dystirnir í næst seinasta umfari, sum verður sunnudagin 1. november, millum EB/Streym og Skála, og ÍF og AB, skulu byrja klokkan 14:00, meðan hinir tríggir dystirnir næst síðsta umfari floytast í gongd klokkan 15:00.

26. umfar / Sunnudagin 1. november
EB/Streymur – Skála (kl. 14:00)
ÍF – AB (kl. 14:00)
NSÍ – KÍ (kl. 15:00)
Víkingur – B36 (kl. 15:00)
HB – TB (kl. 15:00

27. umfar / Leygardagin 7. november
B36 – NSÍ (kl. 14:00)
KÍ – HB (kl. 14:00)
TB – Skála (kl. 14:00)
AB – EB/Streymur (kl. 14:00)
Víkingur – ÍF (kl. 14:00)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo