40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Stórtíðindi

Mynd: KVF

Mynd: KVF

Mynd: KVF

VP spurdi stjóran í Vinnuhúsinum, Maritu Rasmussen, hvør hennara viðmerking er til avgerðina hjá KAF at undirskriva ein sáttmála við Starvsmannafelagið samstundis sum privati arbeiðsmarknaðurin sat við semingstovninum í sínum samráðingum.

Marita Rasmussen sigur, at tey høvdu ta greiðu fatan, at frá almennari síðu var ætlanin, at tær almennu (land og kommunur) sáttmálasamráðingarnar, sum vóru eftir, skuldi leggjast aftaná samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum soleiðis, at tað bleiv privati arbeiðsmarknaðurin, sum legði støðið eftir koronakreppuna.

- Semja var so skrivað millum KAF og Starvsmannafelagið, meðan vit sótu til seming.

- Tað var ógvuliga óheppið og vit skilja als ikki, hví hetta var neyðugt. Allar aðrar samráðingar hjá tí almenna eru jú útsettar, sigur Marita Rasmussen.

- Privati arbeiðsmarknaðurin hevur atlit at taka til kappingarføri hjá føroyskum vinnulívi.

- Føroyskar útflutningsfyritøkur eru í harðari kapping á útflutningsmarknaðunum og eru undir sera stórum trýsti í hesum døgum.

- Eisini føroyska ferðavinnan er í harðari kapping um ferðafólkini við onnur ferðamál, sum vit eru í beinleiðis kapping við.

- Skulu vit koma heilskalaði burturúr hesi búskaparkreppuni, sum er íkomin av koronssmittuni, mugu vit gera alt fyri at verða kappingarfør, so vit ikki missa fleiri fyritøkur og størv enn alneyðugt, sigur stjórin í Vinnuhúsinum, Marita Rasmussen, við VP.

Les eisini:

Lønarhækkingin hjá teimum privatu er 1,73 prosent

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo