Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Senatið í amerikansku kongressini hevur atkvøtt fyri eini lóg, sum skal forða Joe Biden, forseta, í at gera álvara av síni ætlan um, at allar fyritøkur við fleiri enn 100 starvsfólkum skulu krevja av starvsfólkunum, at tey skulu lata seg koppseta. Ætlanirnar høvdu rakt umleið 80 milliónir fólk.

52 av senatorunum atkvøddu fyri lógini, 48 atkvøddu ímóti. Tveir demokratiskir senatorar atkvøddu við republikanarunum. Stendur á jøvnum, er tað atkvøðan hjá varaforsetanum, Kamalu Harris, sum er avgerandi.

Nú skal uppskotið gjøgnum Umboðsmannatingið, sum er hitt kamarið í kongressini.

Joe Biden, forseti, hevur sagt, at hann fer at brúka sýtingarrættin, verður uppskotið atkvøtt ígjøgnum Umboðsmannatingið eisini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo