40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áhugavert er at fylgja tí orðaskifti, sum hevur verið í almenna rúminum seinastu vikurnar um føroyska sendistovu, sum Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur ætlanir um at seta á stovn í Jerusalem vegna Føroya Landsstýri.

Tað er einki løgið í tí, at ein landsstýrismaður, sum samtíðis er formaður í einum politiskum flokki, har kristnu virðini eru grundarlagið og høgt í metum, ynskir eina sendistovu í kristnu háborgini Jerusalem. Tí politikkur snýr seg í stóran mun um virðir, ikki bara handilsligar fyrimunir í samstarvi við onnur lond.

Í samgonguskjalinum stendur skrivað, at arbeitt verður við at menna sendistovu virksemi kring heimin, eitt nú í Ísrael.  

Úr Føroyum og Danmark hava fleiri atfinningarsamar røddir verið frammi um, at tað er skeivt at stovna sendistovu í Jerusalem, tí handilsligir fyrimunir eru ikki við sendistovu har, umframt at ein føroysk sendistova í Jerusalem vil seta trygdina hjá føroyingum í vanda. Atfinningarsomu røddirnar mæla heldur til, at ein møgulig føroysk sendistova verður staðsett í Tel Aviv, har fleiri sendistovur eru frammanundan, eisini tann danska.

Einki týðir upp á, at trygdarstøða føroyinga versnar við umboðsstovu
Hóast trygdarpolitiska støðan í viðurskiftunum millum Ísrael og Palestina er spent í dag eins og hon hevur verið tað meira og minni síðani 1948, tá ísraelski staturin varð settur á stovn, so er einki, sum týðir upp á, at trygdin hjá føroyingum versnar við einari umboðsstovu í Jerusalem. Legg til merkis heitið “umboðsstova” er ikki tað sama sum “sendistova”, tí eina sendistovu kunnu bert sjálvstøðugir statir hava. Føroyar eru sum kunnugt ikki ein statur, tí kann Landsstýrið ístaðin stovna eina føroyska umboðsstovu í Jerusalem, sum ikki hevur diplomat-status; ein umboðsstova, ið mennir samstarvið millum Føroyar og Ísrael á fleiri økjum, til dømis innan mentan, umhvørvi, vinnulív og tilbúgving.         

Tá Føroyar førka seg út at menna seg á uttanríkisøkinum í breiðum høpi, verða grundgevingar tiknar fram um, at føroyingar ikki eru búnir at taka sær av trygdarpolitiskum málum og at trygdarstøða føroyinga er í vanda. Hetta er retorikkur, sum umboð fyri statin vilja hava føroyingin at trúgva upp á, tí staturin Danmark vil sambært heimastýrislógini ikki hava, at fólkasamfelagið Føroyar hevur eina rødd úti í heimi. Tær umboðsstovur, sum Landsstýrið higartil hevur stovna uttanlands, eru fyri tað mesta atknýttar sendistovunum hjá Danmark. Tí vil staturin Danmark eisini í hesum førinum hava, at ein møgulig føroysk umboðsstova í Ísrael verður staðsett saman við donsku sendistovuni í Tel Aviv.

Umboð fyri statin tryggleikagera málið um umboðsstovu í Jerusalem
Málið um eina møguliga føroyska umboðsstovu í Jerusalem verður tí av framstandandi umboðum fyri danska statin tryggleikagjørt; tað vil siga, at málið verður sett í talu sum eitt trygdar- og verjumál, ið kann hækka hóttanarstøði mótvegis føroyingum, og fær tí eina høga raðfesting av politiska myndugleikanum, óansæð um útsøgnin um hækkaða hóttanarstøði mótvegis føroyingum er verulig ella óverulig.

Tí hóttanarstøði í Evropa, herímillum Føroyum, hevur sambært fregnartænastunum hjá danska politinum og hervaldinum yvirhøvur verið á einum høgum stigi í longri tíð; hetta serliga orsakað av tí aktivistiska uttanríkispolitikki, sum lond í vesturheiminum – herímillum Danmark - hava havt við atliti at eitt nú innrásunum í Irak og Afganistan.  

Umboðsstova kann lata upp fyri sameining millum Ísrael og Palestina
Í frásjón letur ein møgulig føroysk umboðsstova í Jerusalem kanska upp fyri, at Føroya Landsstýri í framtíðini setir eina umboðsstovu á stovn eisini í Palestina. Í trá við, at tað nú er breið politisk semja í Føroyum og Danmark um, at Føroyar skulu hava meira innlit og ávirkan á trygdar- og verjupolitisk mál samsvarandi Fámjin-yvirlýsingini frá 2005, vil hetta við tíðini heilt víst búna føroyingar til at viðgera uttanríkispolitisk viðurskifti, sum eisini hava við tvídráttir í Miðeystri at gera.

Sæð úr sjónarhorninum um møguleikar heldur enn forðingar, so kann ein føroysk umboðsstova í Jerusalem, og kanska seinni í Palestina, verða eitt klípi hjá Føroyum á uttanríkispolitiska økinum, sum við tíðini kann vera við til at sameina heldur enn at spjaða Ísrael og Palestina.

Tí hevur ein føroysk “umboðsstova” heldur enn ein “sendistova” fleiri møguleikar við sær, sum snýr seg um virðisorðini samstarv og sameining, ið hóska væl til kristna grundarlagið, sum føroyska samfelagið er kjølfest í.

Henrik Weihe Joensen
Cand.jur. og Master í almennari leiðslu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo