Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Spurningar:
1. Hví er ætlaða dialysuviðgerðin á Suðuroyar Sjúkrahúsi ikki enn sett í verk?

2. Nær ítøkiliga verður skipanin/ dialysuviðgerðin sett í verk?

3. Hvørjar eru orsakirnar til, at skipanin enn ikki er sett í verk?

Viðmerkingar:
Løgtingið hevur í fleiri umførum játtað pening til dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi, bæði í 2022, 2023 og 2024 - alt við tí endamáli at fyrireika og seta í verk skipanina.

Gjørdir eru nýggir fasilitetir og íløgur í bestu útgerðina til dialysuviðgerð - útgerð í serklassa.

Harafturat kann upplýsast, at 3 sjúkrarøktarfrøðingar hava fingið upplæring í at brúka tólini og kunna fremja viðgerðina - tær gjørdust lidnar við upplæringina hálvan desember 2023. Hóast hetta er dialysuviðgerðin enn ikki byrjað.

Tað er heilt greitt Løgtingsins vilji, at skipanin skal setast í verk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og tí er tað sera óheppið, at tað dregur út at seta hana í verk. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 8. februar 2024
Erhard Joensen

Sí innslag á KVF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo