40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Næmingarnir í londunum báðum brúka á leið somu tíð til heimaarbeiði. Ein triðingur brúkar undir 20 min. um dagin, ein triðingur millum 20-29 min. um dagin, ein fimtingur 40-59 min., meðan restin brúkar meira enn ein tíma um dagin. Millum hesi seinastu eru tað fleiri í Føroyum enn í Íslandi. Genturnar í Íslandi brúka meira tíð enn dreingirnir; hesin munurin er ikki eins eyðsýndur í Føroyum, tó at genturnar eisini her hava munin.

Spurt varð eisini um, hvussu góðan næming tey hildu seg vera. Hetta varð síðani samanborið við, hvussu nógva tíð tann einstaki nýtir til heimaarbeiði. Her sást ein týðiligur munur millum londini. Av teimum føroysku ungu, sum mettu seg at vera slakar næmingar, nýttu 55% minni enn 20 min. til heimaarbeiði hvønn dag, í Íslandi vóru tað 31%. Hinvegin nýttu 45% av íslendsku næmingunum, sum mettu seg vera slakar, meira enn 40 min. um dagin til heimaarbeiði. Í Føroyum vóru tað 24%.

Sløk helvtin av næmingunum helt seg hava ov nógv ella alt ov nógv heimaarbeiði. Líka nógv hildu, at arbeiðsbyrðan var passalig, meðan fá hildu seg hava ov lítið heimaarbeiði.

Meira enn tveir triðingar av føroysku næmingunum hildu, at heimaarbeiðið ikki er áhugavert, í Íslandi var tað góður hemingur.

Tað hevði verið áhugavert at kannað, um tað kann koma meira burtur úr heimaarbeiðinum, um tað gerst áhugaverdari fyri næmingarnar, eisini, hví nógvir slakir næmingar í Føroyum ikki brúka meira tíð til heimaarbeiði.

Les meira á heimogskuli.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo