Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: - Eg fari beinanvegin saman við leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum at gera eina ætlan fyri, hvussu hendan játtanin verður brúkt skilabest. Í hesum arbeiði mugu fyrst og fremst taka atlit til tørvin hjá sjúklingunum, men eisini hyggja eftir, hvat letur seg gera, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Bíðitíðirnar at sleppa til viðgerð á sjúkrahúsunum er drúgvar á fleiri økjum og verkfallið herfyri, hevur eisini havt sína ávirkan. Hóast gongdin í Sjúkrahúsverkinum seinnu árini hevur verið góð, og vit hava fingið fleiri serlæknar og onnur heilsustarvsfólk, so eru framvegis serøki, har tørvurin er størri enn starvsfólkatilfeingið. Tí hava vit bíðilistar. 

Í fíggjarlógini fyri 2024 eru 4,3 mió. kr. settar av til eina serstaka upphædd, ið skal fáa bíðilistarnar niður á øllum trimum sjúkrahúsunum. Talan er um eina upphædd, sum er markað til endamálið og tí ikki verður partur av vanliga rakstrinum hjá Sjúkrahúsverkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo