40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, til Jenis av Rana, landsstýrismanni í uttanríkis- og mentamálum, eftir § 52a í Tingskipanini, um næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Metir landsstýrismaðurin, at næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum er ov høgt?

2. Um ja, eru nakrar ætlanir at minka um næmingatalið í flokkunum og nær?

3. Um nei, eru aðrar broytingar á fólkaskúlaøkinum á veg? Um ja, hvørjar?

Svar

Til 1:
Næmingatalið í fólkaskúlaflokkunum er rættiliga ymiskt í skúlunum kring landið.

Hetta er í stóran mun tengt at búsetingarmynstrinum og eisini, um skúli hevur eina skipan við samanløgdum flokkum.

Sostatt skiftir næmingatalið frá einum næmingi í tveimum fólkaskúlum til 53 næmingar í skúla við samanløgdum flokkum.

Í § 20 í fólkaskúlalógini er ásett, at við skúlaársbyrjan eigur næmingatalið vanliga ikki at fara upp um 24 næmingar.

Miðað verður ímóti at halda seg til hesa meginreglu.

Í játtanarskipanini til fólkaskúlan verður fult tímatal játtað til tveir flokkar, tá ið næmingatalið er 27 næmingar, tó verða eyka tímar játtaðir, tá ið næmingatalið í einum flokki í 3. – 7. flokki er 25 ella 26 næmingar.

Í verandi skúlaári eru tað 159 flokkar, sum hava 20 næmingar ella fleiri, og er býtið millum hesar flokkar, at tað eru :

87 flokkar, sum hava 20 – 23 næmingar og
72 flokkar, sum hava 24 – næmingar ella fleiri

Tað kann verða torført at røkka einstaka næminginum, tá ið næmingatalið er høgt í einum flokki.

Vit hava skyldu til at taka atlit at tí einstaka, so at allir næmingar bæði læra og trívast í fólkaskúlanum.

Eg fari at eftirmeta skipanina eisini við atlit at, at næmigatalið er rættiliga høgt í nógvum flokkum, serliga í skúlum, har stór næmingatilgongd er.

Til 2:
Eg fari at eftirkanna skipanina bæði lógarásetingar og játtanarmannagongd. Áðrenn hetta er gjørt, er valla rætt einvíst at svara ja ella nei.

Trivnaður og læring veldst eisini um samansetingina í flokkinum, førleikarnar hjá tí einstaka næminginum, og um játtaðir eru eyka tímar til næmingar við serligum avbjóðingum, ella talan er um byrjanarundirvísing, har partvís tvílæraraskipan verður sett í verk, tá ið næmingatalið er 19 næmingar og fleiri.

Til 3:
Samgongan hevur m.a. sett sær fyri, at tillagingar og dygdargóðar broytingar verða gjørdar í fólkaskúlalógini í sambandi við m. a. floksstødd.

Eg havi sett sjøtul á hetta arbeiðið, har floksstødd verður eitt evni.

Harumframt verður dentur lagdur á at dagføra tíma- og lærugreinabýtið og viðurskifti, sum eru tengd at hesum sum kravdar lærugreinir, vallærugreinir, býtið millum tær hugvísindaligu og náttúruvísindaligu lærugreinarnar, og um tær handaligu og skapandi lærugreinarnar hava nóg stóra rúmd í fólkaskúlanum.

Flokslæraraarbeiðið verður eisini raðfest sum partur av trivnaðararbeiðinum og læringini í einstaka flokkinum, og sum partur av samskiftinum millum heim og skúla og samskipanini í læraratoymunum.

Jenis av Rana
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo