40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seyður í Porkeri kastar burtur...men tá talan er um so stóran part av seyðinum, ið allur hevur gingið í økinum við víkina í Porkeri, og verið í mølini og eti tara - og at lomb aðrar staðir í Porkeri ikki vísa óvanligan atburð, er einki at ivast í hvør orsøkin er.

Og hon skal finnast í alingini, ið liggur úr fyri víkina í Porkeri.

Staðfest er í óteljandi granskingarverkætlanum at fostur fáa skaða av pyrotroidum og organofosfatum.

Tá váravlúsingin er uppá sítt besta í mars og april mánaða, verða stórar nøgdir av nervaeiturevnum sum Deltametrin og Cypermetrin latið á sjógv, afturat organifosfatinum Azamethifos.

Kombiviðgerð við Deltametrin og Azamethifos er ein óugnaliga sterkur nervaeiturløgur, ið ikki hvørvur fyri tað at hesin verður latin á sjógv - beinleiðis gjøgnum opnu nótina ella dumpaður frá brunnbátinum.

Evnini spjaðast í sjónum og enda við rákinum inni í vikini í Porkeri har seyðurin fær sær tara at eta - ið er dálkaður við hesum evnum.

Prógvað er í Noreg, at tari fær álvarsligan skaða frá lúsabasingarevnum, so ikki skal nógv servitan til fyri at leggja tvey og tvey saman til fýra.

Enn ein álvarslig avleiðing á okkara tilverugrundarlag - ikki bara at firðir og sund verða eitrað og løgd í oyði, men nú at okkara seyður heldur ikki sleppur undan óhugnaligu avleiðingunum frá einari milt sagt sjúkari vinnugrein.

Burðardygg menning... møsna politikarnir, ið opinbart ikki hugsa longur enn til egnan maga og stuttskygda vælveru.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo