Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Norski felagskapurin til vernd av villa laksinum, Redd villaksen, ið er deild av North Atlantic Salmon Fund (NASF) boðar í dag frá, at so at siga allir íbúgvar á Seyðisfirði mótmæla uppá tað harðasta, at norska alifyritøkan Måsøval skal fáa loyvi til at seta aliringar út í fjørðin.

Måsøval hevur trýst har á at sleppa at framleiða 10.000 tons av alilaksi um árið.

Umleið 75% av íbúgvunum á Seyðirsfirði siga kortanei til at teirra fjørður skal oyðast og eru hart ímóti at fleiri firðir og laksaáir í Íslandi skulu offrast á karráða alilaksaaltarinum.

Sagt verður frá at Seyðisfjørður ikki hevur tørv á fleiri arbeiðsplássum, og einki arbeiðsloysi er í teirra lokalsamfelag, ið hevur tillagað seg tær fortreytir og karmar náttúran og umhvørvið gevur teimum innan m.a. ferðavinnu, tænastuveitingar  og list í breiðum høpi.

Lokalsamfelagið verður trumlað niður av aggressivum útlendskum alifeløgum, og peningaliga úrtøkan fer av landinum til spekulantar og eigarafeløg.

Óansæð hvar alivinnan er stødd í Íslandi íkoma orrustur í lokalsamfelagnum, og samstundis er villi laksurin fyri álvarsomum hóttafalli.

Noreg hevur sett villa laksin á reyðlista fyri oyingarhótt djór, ið má sigast at verða sera álvarsamt.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo