40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Nýggjasta krimisøgan hjá Steintóri Rasmussen, Seytjandi maðurin, verður framløgd á bókadøgunum sunnudagin klokkan 16.30, har Signild V. Johannesen forkvinna í Mentanarnevnd Klaksvíkar Býráðs sigur nøkur orð og Kim Hansen syngur og spælir. 

Fjórða bókin um bindiklubban í Norðvík er veruleiki. Og eins í undanfarnu søgum, er tað í dagsins samfelagi at tingini henda. Seytjandi maðurin snýr seg um eitt beiskt val, sum er í hondum. Føroyingar eru sum altíð ymiskir á máli,  hvør stevna gagnar fólkinum best. Misnøgdin við fleiri av landsins politikarum er kortini vorðin so mikið stór, at ein nýggjur flokkur verður stovnaður. 

Men hvat broytir løgtingsvalið?  Tíðin hevur sett síni brennimerki og líkasælan kravt síni offur.

Tá fólkavalda umboðið fyri Grønu Føroyar, ið gerst avgerandi atkvøðan í føroyskum politikki, hósmorgunin eftir fiskivinnutingið, doyr í eini illgrunasamari ferðsluvanlukku, eru fólk skelkaði og ruðuleikin í landinum fullkomin.  

Lagnufulla brotsmannasøgan grevur upp nakrar gamlar syndir. Hon lýsir øvundsjúkuna millum menniskju, svik í barnaárunum, ta vandamikla girndina og hvussu politisk lokabrøgd ala fram í hampafólki djúpa vónloysisøði og drepandi hatur. 

Sunnudagin á bókadøgunum verður møguleiki at hitta rithøvundan í Klingruni, har hann eisini signerar sína ræðandi aktuellu krimi-skaldsøgu. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo