Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Shu-Bi-Dua gavst at spæla í 2011 eftir at forsangarin Michael Bundesen fekk ein blóðtøpp. Men síðani tá hevur tað verið Hardinger Band, sum hevur ført stóra sangskattin hjá Shu-Bi-Dua víðari.

Hardinger Band byrjaði upprunaliga í 1988 undir navninum Hardinger/Thorup. Bólkurin bleiv stovnaður av Shu-Bi-Dua-limunum Michael Hardinger og Jørgen Thorup og skuldi bara verða ein bólkur, sum teir báðir høvdu at hugna sær við, tá teir ikki spældu við Shu-Bi-Dua.

Umframt at spæla á konsertum í Danmark, hevur bólkurin eisini givið fløgur út. Í 1988 komu fløgurnar Kuntoman og Vi ku' ikke la' vær og fyri kortum gav bólkurin fløguna Sym-fo-19 út við gomlum demo-sangum frá Shu-Bi-Dua tíðini.

Bólkurin er mannaður av Michael Hardinger, Jørgen Thorup, B-Joe, Kim Daugaard og Flemming Olsen.

Nú koma teir so á Okkara Voxbotn 2018, har teir fara at spæla øll Shu-Bi-Dua hittini á tamp, løg sum Hvalen Hvalborg, Fed Rock, Nam Nam, Sår på en alpetop o.s.fr.

Umframt Hardinger Band, er longu avdúkað, at Nephew, Gilli og Byrta eisini verða við á Okkara Voxbotn 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo