Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Frá vinstru: Inga H Henriksen, hjálparvenjari, Juliia Kuvshinova, venjari, Sofía Edvinsdóttir, Elin Hovgaard, Lisa Haraldsen, Sára Kambskarð, Súsanna Maria Magnussen, Rikka Allansdóttir og Andreja Petrovic

FBF Úrslit: SÍ føroyameistari í G14 - bólki A eftir sera spennandi finalu ímóti Fleyr.

SÍ - Fleyr 3-1 (23-25, 25-19, 25-14, 26-24)

Fyrsta settið tóktist at vera í sekkinum, og væl bundið fyri, tá SÍ legði seg á odda 18-9, men við Houdini-líknandi atgerðum smeyg Fleyr sær úr knípuni og javnaði til 23-23 og vann settið 25-23.

Í øðrum setti var SÍ frammanfyri einar 3-5 bóltar størsta partin av settinum, áðrenn settið var vunnið 25-19.

Í triðja setti smurdi SÍ Fleyr av 25-14, men Fleyr fótaði sær aftur í fjórða setti, sum gjørdist sera spennandi. Støðan gjørdist 19-19, 20-20, 21-21, 22-22, 23-23. Fleyr hevði síðani settbólt við bæði 24-23 og 25-24, men SÍ bjargaði støðuni báðu ferð og vann settið 26-24 og dystin 3-1. Og ikki minst ‐ føroyameistaraheitið!

Bestu leikarar í finaluni:
Rikka Allansdóttir, SÍ
Saranja Mouritsen, Fleyr

TB vann bronu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo