40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

SÍ-dagur verður í høllini og í marghøllini í Sørvági í sunnudagin 2. Des.. Við slagorðunum “komi øll við, vit síggjast so sjaldan”, ynskir SÍ at bjóða fólki ein hugnadag, har bæði kvinnur og menn hjá felagnum spæla steyadystir í bestu deildini í flogbólti. 



Sunnudagin verða 2 flogbóltsdystir í Sørvági. Kl 14 spæla kvinnurnar hjá SÍ móti ÍF/Ternan. Mennirnir hjá SÍa spæla steypadyst móti FLEYR kl 17 sunnudagin.

SÍ ynskir at fólk nýta høvi at koma saman í skúlanum í Sørvági henda dagin. Dyrnar í Marghøllini verða latnar upp í morgin kl 13, har tónleikur, tombola og teknikapping verður. Har verður kaffi, rísalamande og holukøkur, umframt mangt forvitnisligt til keyps. Tiltakið verður frá kl. 13 til 19.

 

“Komi øll við, vit síggjast so sjaldan”

Tíðindaskriv frá SÍ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo