Útreiðslur hækka altíð, til tær koma ájavnt við inntøkurnar
- Cecil N. Parkinson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Í meistaradeildini hjá monnum hevur Fleyr vunnið allar sínar dystir hagartil í vetur, men í kvøld gekk ikki longur. SÍ vann sannførandi 3-0.

Fleyr tók í kvøld móti SÍ í Gundadalshøllini í Havn. Á pappírinum ein lættur dystur fyri Fleyr, sum er ósigrað í vetur. Fleyr hevur 27 stig og mótstøðuliðið úr Sørvági er á 4. plássi og hevði bert 13 stig áðrenn dystin í kvøld.

Í kvøld var SÍ sera væl leikandi og var ongantíð nakar ivi um úrslitið. Settúrslitini vóru 16-25, 16-25 og 19 – 25.

Liðunum vanta millum 6 og 7 dystir, áðrenn greitt er hvørji tvey lið koma í FM-finaluna at spæla um meistaraheitið. Fleyr verður ivaleyst annað liðið í finaluni, tí teir eru langt fremst.

Kappingin um hitt finaluplássið sá út til at fara at standa millum ÍF og Ternuna, men nú kann henda, at SÍ kann fara at blanda seg.

Hetta kappingarárið hevur SÍ havt stóra útskifting, har nógvir ungir leikarar skuldu spælast inn.

Fyrru helvt av kappingarárinum, var SÍ sera trilvandi, men síðan ársskiftið sær SÍ-liðið tryggari og tryggari út. Umframt at vinna á Fleyr í kvøld, so vann SÍ fyrr í mánaðinum sannførandi 3-0 móti ÍF, sum liggur nr. 2.

Sunnudagin er tað nr. 3 í landskappingini, Ternan av Toftum, sum stendur fyri tørni. Dysturin millum SÍ og Ternuna verður í Sørvági sunnudagin kl. 17.

Støðan í Meistardeildini hjá monnum er, at Fleyr hevur 25 stig fyri 9 dystir, ÍF hevur 17 stig fyri 10 dystir, Ternan hevur 13 stig fyri 9 dystir, SÍ hevur 13 stig fyri 9 dystir og Mjølnir hevur enn einki stig fyri 8 dystir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo