40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Stigtakarin, Barbara Næss Gunnarsson, hevur gjørt avtalu við Margerita í SMS, har nýggja parfuman kann roynast, áðrenn kundin ger av at keypa hana.

Ein gamal dreymur
”Eg havi leingi gingið við dreyminum um at gera ætlanina um eina føroyska parfumu til veruleika og havi arbeitt við fyrireikingunum í nøkur ár við síðuna av mínum vanliga starvi”, sigur Barbara Næss Gunnarsson.

Føroyska náttúran gevur íblástur til angan
”Eg veit, at føroyingar brúka eins nógva parfumu og onnur. Eg haldi eisini, at tað er líka so náttúrligt, at okkara mongu angar úr føroysku náttúruni verða nýttir í føroyskt framleiddum parfumum sum tær parfumur, sum verða framleiddar aðrastaðni í heiminum. Eg havi brúkt nøkur ár nú upp á at skapa tann angan, eg meti rigga væl til føroyskar kvinnur, samstundis sum at angin ikki skal vera ov sterkur, men kortini skal vara leingi. Mítt fyrireikingararbeiði vísir, at bæði konu- og mannfólki í Føroyum dámar væl ein mildan og avrundaðan anga, og hetta hevði eg í huga, tá ið eg setti angan saman”, sigur Barbara Næss Gunnarsson, stigtakari.

Fleiri produktir ávegis
Í fyrsta lagi er talan um eina konufólkaparfumu, men seinni er ætlanin eisini at framleiða eina mannfólkaparfumu. Tað arbeiðið er eisini langt síðan byrjað, men tað er kostnaðarmikið og tíðarkrevjandi at framleiða tílíkar vørur. Ætlanin er eisini at framleiða aðrar vørur, so sum duftpinnar, krem, stearinljós við anga og annað tílíkt. Vónandi er ein fullfíggjað kollektión klár um eini 5 ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo