Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Ein ungur hálvur føroyingur var tann seinasti luttakarin í X Factor í gjárkvøldið og hann imponeraði allar tríggjar dómararnar.

Ekstrablaðið skrivar, at Sigmund er føddur í Danmark og hevur ein føroyskan pápa og danska mammu. Sostatt stígur hann í fótasporini hjá fleiri øðrum føroyskum X Factor-luttakarum sum Linda Andrews, Sveinur og seinast Jógvan. Sigmund vónar, at luttøka hansara í programminum verður við til at flyta nøkur mørk í lítla oyggjalandinum.

- Linda Andrews motiveraði meg heilt vilt. Hon sang sera gott og hevði uppiborið at vinna. Hon er vøkur og hevur sjálvsálit. Eg vóni, at eg gerist næsti føroyingurin, sum vinnur X Factor, so eg kann fáa føroyingar at góðtaka, at tað er ok at vera fjákutur, løgin og samkyndur, sigur hann eldhugaður við Ekstrablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo