40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Heðin Mortensen, borgarstjóri, minnist, at hann sum forseti í ÍSF ein dagin í 1985 varð uppringdur av einum ungum “drongi”, sum hevði eina ætlan, sum var so loynilig, at hann mátti fáa ein fund við hann undir fýra eygum.

Teir báðir endaðu saman til ein drekkamunn á Hafnia. Har varð ætlanin avdúkað um at renna og svimja alla leiðina úr Akrabyrgi á Enniberg.

ÍSF-forsetin var sera hugtikin og nýggjur fundur varð avtalaður, har nøkur aftrat luttóku. Telda var eingin, men á hesum fundinum varð øll rutan “prikkað” inn á eitt stórt kort, alt eftir góðum ráðum um sjóvarfall, frástøðu o.a.

Ætlanin varð gjøgnumførd í august 1985, beint eftir ólavsøku. Sigurd Leivsson Lamhauge gjørdi eitt stórt bragd, tá hann rann og svam alla leiðina úr Akrabergi norð í Enniberg.

Sigurd er í dag stjóri á Landsverk.

Tað heilt sjáldsama var, at uttan at Sigurd visti av, so hevur sjálvt kortið øll hesi 36 árini verið í varðveitslu hjá fyrrverandi ÍSF-forsetanum, sum nú gjørdi av at handa Sigurdi kortið.

Sigurd var sera fegin um kortið. Í skemti gjørdi hann beinanvegin vart við, undir hugnaligum práti afturvið einum drekkamunni seinnapartin, at svimjiruturnar á kortinum stórt sæð samsvaraðu við staðsetingarnar av dagsins undirsjóvartunlum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo