Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

ON THE BAYOU er heitið á fløgu, sum føroyski útisetin Simon von Konoy júst hevur latið úr hondum.

15 sangir eru á skivuni, og talan er um góðar, gamlar country-landaplágur, sum t.d. Jambalaya, Crazy, Jackson og To all the girls we loved before.

Gestasangarar eru danska sangarinnan Mette Renbo og sangarin og hárfríðkanarmeistarin Chris Hart.

Mads Hyldahl, sum er limur í kenda danska bólkinum Kandis, spælir gittar ímeðan Simon spælir onnur ljóðfør, sum t.d. keyboards.

Konoy Music hevur tikið sær av upptøkunum, og ljóðbland við meira er farið fram í Mosegaard Studie á Norðurfjóni.

Í Føroyum er fløgan til sølu í Tutl í Tórshavn.

Sangurin ”Happy Birthday my darling” finst sum video á youtube.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo