Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Organistfelagið: Týskvøldið 20. Juni helt Organistfelagið aðalfund í Fuglajarðar kirkju.

Organistfelagið varð stovnað í 2002 og tí var hetta aðalfundur nr. 20 hjá felagnum.

Nakrar av høvuðsuppgávunum hjá Organistfelagnum eru m.a. at:

- At tryggja neyðugu tilgongdina til organiststarvið, so allar kirkjur hava organist til sínar tænastur.

- At virka fyri góðum fíggjarligum og karmum hjá organistum

- At menna verandi organistundirvísing og útbúgving organistútbúgving her á landi.

- At menna kirkjutónleik yvirhøvur í føroysku kirkjunum.

- At vera stuðulsfelag fyri organistar

Organistfelagið skipar javnan fyri skeiðum í orgulspæli, og kemur í heyst ætlandi eisini at skipa fyri eini ráðstevnu um organistfakið og leiklutin hjá organistum í fólkakirkjuni. Felagið leggur eisini kunning um sítt virksemi og orgulfakið út á www.orgul.fo

Verandi nevnd varð afturvald á aðalfundinum, og hevur hesa samanseting:

Símun Hammer, organistur í Gøtu kirkju - formaður

Albert Pæturson, 1. organistur í Hoyvíkar kirkju - skrivari

Óli Nicodemussen, organistur í Ebenezer - nevndarlimur

Jóhanna Johannesen, organistur í Christianskirkjuni - nevndarlimur

Arni Petersen, organistur í Gøtu og Leirvík - eykalimur

Anita Ellendersen, organistur í Hoyvík - eykalimur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo