Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Sinnisbati: 24. mars hevði Sinnisbati ársaðalfund. Fundurin varð hildin á Hotel Hafnia í Tórshavn. Róa Midjord, sum seinastu fýra árini hevur verið forkvinnu í felagnum, takkaði fyri seg og tað sama gjørdi Marjun J. Hentze, sum í sama tíðarskeið hevur verið næstforkvinnu í Sinnisbata.

Tær hava báðar gjørt eitt megnar arbeiði tey árini, tær hava verið eitt partur av nevndini í felagnum, og hava tær nógv góð avrik, sum standa eftir. Millum annað eru avvarðandibólkarnir, sum Sinnisbati bjóðar út til avvarðandi at fólki við sálarsjúku, vaksnir nógv seinastu árini og eru væl umtóktir.

Sinnisbati er vorðin eitt enn meira virkið og sjónligt felag í almenna rúminum. Felagið hevur havt møguleika fyri at seta eitt starvfólk í starv, og Sinnisbati hevur í dag tvey starvsfólk, ið telja eitt ársverk.

Seinastu tvey árini hevur felagið somuleiðis ment og bjóðað út kjatt-ráðgeving umvegis heimasíðu felagsins, umframt at felagið bjóðar út skeið og undirvísing og upplegg fyri starvsfólkum á stovnum og skúlum.

Hóast nógvar batar á psykiatriska økinum seinastu árini, er enn langt á mál.

Í formansfrágreiðingin hjá Róu Midjord segði hon millum annað:

“Eg kann onkuntíð hugsa at tað ikki verður lurtað nóg væl eftir øllum teimum, sum hava avbjóðingar og kortini traðka fram og greiða frá teirra støðu. At tað ikki verður lurtað nóg væl eftur øllum teimum avvarðandi, sum liva tætt at teirra kæru, síggja teirra líðing og sjálvi gerast illa fyri av ringu korunum, ofta eftir at í áratíggir at vera talirør og stuðulin hjá teirra avvarðandi. At sjálvbodnir felagsskapir sum Sinnisbati vísa á tørvir ár eftir ár. Í nevndunum sita fólk, sum hava sjúkur, eru avvarðandi, fakfólk og onnur sum eru áhugaði á økjunum. Vit eru mangan glað, men eisini viðhvørt vónsvikin, tí tað vit hava nátt, kanska verður broytt aftur, niðurraðfest og umskipað. Vit brúka okkara fríðtíð og onkuntíð tekur tað ov nógv av okkara tíð í longdini, og tá er gott at onnur koma upp í og nýggjar kreftir kunnu nýtast í felagnum.”

Nevndin og starvsfólk felagsins ynskja at takka Róu og Marjun fyri stóra arbeiðið, tær hava gjørt fyri og í felagnum. Vit ynskja teimum alt tað besta og blíðan byr.

Á aðalfundurin blivu fleiri nýggj fólk vald inn í nevndini. Súsanna Olsen og Tummas Thomassen, sum hava sitið í nevndini seinastu nógvu árini valdu at stilla upp aftur, eisini bleiv Oda Johansdóttir, sum seinasti árið hevur verið tiltakslimur, gjørdist nevndarlimur. Súsanna Herdalur Tausen stillaði upp, og er nýggj í nevndini í Sinnisbata. Nevndarlimir standa fyri vali annað hvørt ár. Tiltakslimir gjørdust Elin Hansen og Vivian Sjóðklett. Tiltakslimir standa fyri vali á hvørjum ári. Í nevndini eru eisini Margretha Poulsen og Erla Matras Jensen.

Á fyrsti nevndarfundi hin 6. apríl, skipaði nevndin seg. Forfólk gjørdist Súsanna Olsen. Súsanna hevur verið forfólk áður, frá februar 2013 til mars 2017, og tekur nú eitt tíðarskeið afturat sum forfólk. Næstforfólkaposturin bleiv deildur í tvey millum Erlu Matras Jensen og Odu Jóhansdóttir. Kassameistari gjørdist Tummas Thomassen og skrivari Súsanna Herdalur Tausen.

Nýggja nevndin ynskir at arbeiða víðari við ætlananum hjá undanfarnu nevnd, men samstundis stuðla uppundir enn meira samstarv á psykiatriska økið.

Millum málini nevndini ynskir at arbeiða fyri eru:

Kunning um sinnisligar sjúkur og avbjóðingar við endamálinum at framhaldandi at vera viðleikari í at avstigmatisera og lætta um hjá teimum, sum hava sinnisligar avbjóðingar.

At arbeiða við avvarðandi, tá ið nýggj gransking vísir, at avvarðandi eru ein sentralur lykil í gongdini at koma fyri seg aftur.

At vera ein virkin og konstruktivur viðspælari í politisku skipanini og almenna kjakinum á psykiatriska økinum.

At arbeiða fyri, at hjálp og viðgerð skal vera lætt atkomilig hjá fólki við sinnisligum avbjóðingum og sjúkum.

At stuðla undir fyribyrgjandi og tvørfakligt arbeiði, tá ið tað snýr seg um viðurskiftir á psykiatriska økinum, m. a. við ungum.

At vísa á bústaðartørvin hjá fólki við sinnisligum avbjóðingum.

At vera á ferð og koma út um allar Føroyar og at kveikja vón og áræði hjá teimum har “brekkan kann tykjast tung” í ymiskum tíðarskeiðum í lívinum.

Nýggja nevndin er spent at fara til verka við eitt nýtt og virkið nevndarár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo