Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Áðrenn løgtingsval var ein greiður boðskapur frá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum. Føroyingar høvdu eina moralska og etiska skyldu, at seta álvarslig tiltøk í verk, til tess at stuðla Ukraina, eftir russisku innrásina 24. februar 2022.

Formenninir í báðum flokkunum gjørdu greitt at hetta var neyðugt, eisini um hetta skuldi kostað avtaluna, vit hava við Rusland, um fiskiskap í Barentshavinum. 

Eftir løgtingsvalið varð ikki full undirtøka í Tjóðveldi fyri hørðu tiltøkunum. Tískil bleiv endaliga úrslitið, sum nú er lýst ein partvísur havnastongsul.

Næsta lyfti frá sitandi samgongu var eitt munandi hægri gjald til ali- og fiskivinnuna.

Mín spurningur er: Hvussu javnt/ójavnt verða økir og kommunur í landinum rakt av teimum tiltøkum, ein meiriluti í løgtinginum hevur samtykt????

Økta tøkugjaldið
Størsta fyritøkan í kommununi Bakkafrost hevði stórar ætlanir um aling á opnum havi, umframt stórar íløgur á landi. Stjórin hevur áður fráboðað, at um hesar íløgur verða framdar vísa framrokningar, at inntøkurnar til landið fara at økjast áleið 100 milliónir árliga. 

Við økta tøkugjaldinum og hægri skatti, er ikki grundarlag fyri nýggjum váðafullum nýíløgum. Tí kom sum væntað fráboðan frá fyritøkuni, at íløgurnar til nýskapan og menning minka munandi næstu 5 árini, samstundis sum virksemi í Skotlandi verður økt.

Hetta kemur í stóran mun at ávirka føroyska tænastuvirksemi, framleiðarar og veitarar til Bakkafrost.

Eisini stjórin á Hiddenfjord hevur gjørt greitt, at økta tøkugjaldi fer at minka um nýíløgur.

Góðskingarvirkið á Bakka
Hóast hoyringar og greiðar fráboðanir og greiningar, at tað fór at fáa sera óhepnar avleiðingar fyri portiónsframleiðsluna og tey 3-400 arbeiðsplássini á Glyvrum, um hædd ikki bleiv tikin fyri góðsking í hækkaða tøkugjaldinum, bleiv uppskotið frá samgonguni trumfað ígjøgnum.

Harvið er sambært leiðsluni ógjørligt at gera langtíðarsáttmálar av lidnari vøru, av broytingunum og harvið óvissa kostnaðin av rávøru.

Við hesi lógarbroyting er størsta arbeiðsplássið í kommununi í stórum vanda.

Faroe Origin
Hóast tungan rakstur í fleiri ár, hevði felagið ætlanir um endurnýggjan av skipum. 

Nú hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sambært stjóranum á Faroe Origin, við kunngerð tikið makrelkvotuna frá í fjør virði 30 mió. og flutt til felagskvotu.

Uttan iva fer hendan avgerð at hava álvarsligar avleiðingar fyri framtíðarvánirnar og tey 100 til 150 arbeiðsplássini í kommununi.

Runavíkar havn
Kemur væntandi at missa áleið 6 milliónir av russiska havnastongslinum.

Mest skipasmiðjan á Skála og Mest verksmiðjan við virksemi í Runavík, verða eisini hart raktar av russiska havnastongslinum.

Fuglafjørður
Missur havnainntøkur og oljusølan frá Effo til russarar fer at minka munandi.

Øktu veiðigjøldini fara eisini at merkjast í kommunukassunum hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu.

Vinnulívið er drívmegin í Eysturoynni og her eru sera, sera fá almenn arbeiðspláss í mun til fólkatalið.

Minnist meg rætt, varð upplýst í skrivligum fyrispurningi, at talið av fermetrum við almennum virksemi í stóru kommumunum í Eysturoy var nógv lægri (bert brotpartur í mun til fólkatalið), um samanlíknað verður við Klaksvík, Tórshavn ella Tvøroyri.

Eysturoyggin eigur einki umboð í landsstýrinum og eg hoyri onga rødd úr samgonguni sum átalar vandamiklu og skeivu gongdina. 

Tíverri eru heldur ikki tey harðmæltu mótmælini at hoyra frá andstøðuni.

Kári P Højgaard
fyrrv. løgtingsmaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo