Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Reyði Krossur Føroya: Malavi er eitt av heimsins fátækastu og minst framkomnu londum – eitt nú hava einans 11% av íbúgvunum streym. Malavi er eisini á hvørjum ári fyri ógvusligum náttúruvanlukkum, og leggja bæði turkur, tropiskar ódnir og yvirflóð javnan landi í oyði. 

Reyði Krossur Føroya hevur ígjøgnum eina tíð stuðlað Reyða Kross í Malavi. Ein av stuðlaðu verkætlanunum er Forecast-based Action (FbA) – hetta er ein ávaringaskipan, ið verður sett í verk áðrenn vanlukkan rakar. í 2021 sendi Reyði Krossur eisini Sannu Nolsøe Djurhuus úr Føroyum til Malavi at arbeiða við hesi ávaringaskipan. Sanna hevur nú verið í Malavi í eitt ár, og skipanin hevur verið ment væl, bæði sjálvboðin og tey lokalu hava tikið væl ímóti skipanini, sum hevur bjargað mongum mannalívum.

Í einum landi, har einans 11% av íbúgvum hava streym, er tað ómetaliga ringt at røkka teimum, sum búgva í útsettum økjum kring landið. Og undir arbeiðnum við FbA varð lagt merkis til, at tað er torført at fáa kunning frá lokala økinum til nærmasta stað, har hjálp kann fáast. Tí hevur Reyði Krossur í Malavi ment eina elektroniska skipan, har sjálvboðin í lokaløkjunum í eini neyðstøðu skjótt kunnu senda boð eftir hjálp. Hendan elektroniska skipanin fær nú stuðul úr Føroyum - í samstarvi við Landsstýrið letur Reyði Krossur 750.000 kr. til arbeiðið við hesi skipan, ið kallast Electronic Contingency Planning. Við fíggingini úr Føroyum fær Reyði Krossur í Malavi víðariment skipanina, soleiðis, at hon er tillaga økini, ið skulu brúka hana, og upplært sjálvboðin í at brúka skipanina, umframt at arbeiða við at styrkja álit á skipanina og veðurfrøði yvirhøvur, sum er eitt ókent fyribrigdi fyri nógvar malavar, ið aldrin hava hoyrt eina veðurforsøgn.

Hevur tú áhuga fyri at hoyra meir um, hvussu Reyði Krossur í Malavi hjálpir, so verður ein frásøgn úr Malavi at hoyra til Opið Hús hjá Reyða Krossi, leygardagin 29. oktobur, kl. 12:00, í Stiðjagøtu 6, Tórshavn. Til tiltakið verður eisini frásøgn úr Nepal, og mangt annað bæði undirhaldandi og læruríkt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo