40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Flóttarfólkini sum lótu lív.

Nakrir av lastbilførarunum sum vórðu dømdir.

Flóttarfólkini sum lótu lív.

Nakrir av lastbilførarunum sum vórðu dømdir.

At talan var um eitt ræðuligt mál var beinanvegin greitt, tá tað kom undan kavi, at 39 vietnamesisk flóttarfólk í oktober 2019 doyðu í eini lastbilabingju í Essex, har norðuri í Onglandi.

Júst hvussu ræðuligt málið var, er komið fram í rættinum seinastu tíðina, har teir sjey menninir, sum høvdu ábyrgdina av hendingini, sótu á ákærubeinkinum.

- Vietnamesisku flóttarfólkini liðu ein sera pínufullan og ringan deyða, segði dómarin Sir Nigel Hamilton Sweeney millum annað tá hann segði dómin.

Í rættinum kom millum annað fram, at hitin í bingjuni kom upp á minst 40 stig, ímeðan súrevnistrotið bara vaks til fólkini kódnaðu.

Undir málinum kom eisini fram, hvussu teir 7 menninir samstarvaðu um at koyra hesi og onnur flóttarfólk til Onglands. Men náttina ímillum 22. og 23. oktober í 2019 gekk tað heilt galið.

Bilførarin, sum tók ímóti bingjuni í ferjuhavnini Tilbury í Onglandi, hevði fingið boð frá føraranum sum avleveraði bilin við ferjuna í belgiska býnum Zeebrugge, at fólkini í bingjuni máttu fáa luft alt fyri eitt tá bingjan kom fram. Men tá enski bilførarin hugdi til fólkini vóru tey øll deyð.

Í rættinum kom eisini fram, at fólkini høvdu roynt at ringja heim til familjurnar í Vietnam, men hesar fingu onki gjørt.

Menninir vórðu dømdir úr 18 ára fongsulsrevsing niður í nakrar mánaðar, alt eftir hvør leiklutur teirra var.

BBC hevur meira um málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo