Her doyðu fólk FYRI frælsi í 1989. Nú doyggja tey AV frælsi
- føroyingur, búsitandi í Rumenia

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Føroyska Sjómansmissiónin:  -So er undirskrivað. Tað vil siga, at toskakvoturnar í Eysturgrønlandi og á Flemish Cap eru nú eginkvotur; og fyrstu fýra línuskipini eru ávegis til Eysturgrønlands. Tey eru Klakkur, Pison, Jákup B og Váðasteinur. Tað sigur Tórhallur K. Jacobsen, skipari á Váðasteini.

- Øll fýra skipini eru farin avstað uttan at hava fingið endaligu fiskiloyvini. Tað eru fýra samdøgur at sigla, og vit hava nærum fingið lovað, at mánadagin verða loyvini útskrivað, so vit kunnu byrja fiskiskap fyrst í komandi viku, sigur hann.

- Eitt grønlendskt og eitt norskt línuskip royna í Eysturgrønlandi í løtuni, og fiskiskapurin er misjavnur. Tað kundi sæð út, sum fiskurin flytur, og tí er avbjóðingin at kunna fylgja honum.

- Vit eru einasta ísfiskalínuskip, sum er ávegis til Grønlands beint nú, so vit mugu helst raka við fisk beinan vegin, tí fiskitíðin hjá okkum er avmarkað í mun til frystilínuskipini,- sigur Tórhallur K. Jacobsen.

Váðasteinur fór avstað í gjárkvøldið. Hini vóru farin frammanundan.

Teimum og sjófólkunum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo