40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Føroyska Sjómansmissiónin: 12. august í ár verður Føroyska Sjómansmissiónin 100 ár.

Hátíðarhaldið var 5. mai, í samband við Landsstevnuna hjá sjómanskvinnuringunum.

Føðingardagurin verður vanliga roknaður frá tí degi, tá sjómansstovan á Tvøroyri var goldin, og fyrsta skipaða arbeiðið hjá Sjómansmissiónini byrjaði.

Seinni komu sjómansheim og sjómansstovur í Føroyum, Íslandi, Grønlandi og í Danmark.

Sjómansmissiónin hevur roynt at sent trúboðarar har føroysku sjómennirnir hava verið.

Í løtuni er bara eitt staðbundið arbeiði uttan fyri Føroyar, og er tað Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík.

Sjófólkið kennir Sjómansmissiónina á ymiskan hátt.

-Øll føroysk skip hava fingið bókakassa, skriftstað og dvd/geyma við nógvum og ymiskum 

  kristiligum innihaldið 

- Sjómanstrúboðarin vitjar umleið 350 skip og bátar árliga um landið. Hann vitjar eisini umborð á útlendsk skip, eins og hann vitjar árliga í Íslandi og Grønlandi

- Síðsta ár vóru 1271 jólapakkar deildir út til sjófólk, sum teir 40 sjómanskvinnuringarnir um landið høvdu gjørt.

- Sjómansmissiónin er virkin á Facebook, har millum annað kunnað verður um arbeiðið, um sjólív, skip og bátar.  

Alt hetta fjølbroytta arbeiðið verður fíggja við sjálvbodnum gávum.

Sunnudagin 1. juli verður árliga innsavnanin fyri Føroysku Sjómansmissiónina í kirkjunum um landið.

Hjartans tøkk fyri eina góða 100 ára føðingardagsgávu til Sjómansmissiónina.

Í samband við 100 ára haldið var nýtt búmerkið avdúkað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo