Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hesa býráðssetuna hava vit lagt nógv fyri at skapa góðar umstøður til mentan og list.

- Fleiri venjingarhølir til tónleik, listaverkstøð, framsýningarhølir, standmynd, býarsavn umframt at stuðul er veittur til hópin av lista- og mentanarverkætlanum.

MUSIKKSKÚLIN bleiv settur í gongd beinanvegin og var liðugur í 2019.

Í AULUNI í Finsen, MULLERS pakkhúsi, REINSARÍNUM OG PERLUNI eru nú eisini møguleikar hjá listafólki at hava listaframsýningar. Eisini hava vit skapt rúmd fyri GØTULIST, har ung listafólk hava málað á veggir í Tórsgøtu.

Við hølunum OSTAHÚSIÐ og GARASJAN hava tónleikarar fingið fleiri hølir til at venja tónleik í, eins og Aulan og Sangstovan í Finsen eisini verða brúkt hjá kórum og klassiskum tónleiki til venjing og framførslur.

LiISTAHØLLIN Í FINSEN (ovara fimleikahøll) er latin upp, og nú kunnu listafólk leiga sær ein kliva, har tey kunnu arbeiða við síni list.

HANS ANDRIASAR HÚS verður eitt livandi hús, halgað rithøvundum og sjónleiki og í góðum samljóði við lívsverkið hjá Hans Andriasi og Petru. Har kunnu rithøvundar fáa frið at skriva og skapa, Býarsavnið fær ábyrgd av Góðustovu (stovan hjá Hans Andriasi og Petru) og sjónleikarafeløg hava skrivstovur í húsunum. Húsið skal vera opið fyri almenninginum nakrar ferðir um árið.

Sjálvandi skal høvuðsstaðurin hava eitt BÝARSAVN, tí var savnið endustovnað og hevur fingið føst hølir í gamla Musikkskúlanum á Frúutrøð og fleiri spennandi framsýningar hava verið at sæð.

Tað er í tøkum tíma at Havnin fær eitt minnismerki ella eina standmynd av navngivnari kvinnu - og tað skal sjálvandi vera ANDREA ÁRTING. Listafólkið er farið undir arbeiðið og verkið verður sett upp í næstum í Steinatúni.

Hetta eru nøkur fet á leiðini, og neyðugt er at halda á at skapa góðar umstøður fyri at høvuðsstaðurin framhaldandi hevur eitt ríkt lista- og mentanarlív, tí hetta er ein grundleggjandi fortreyt fyri at fólk trívast og fjølgast.

Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo